Todi verður bara betri

Todi spældi væl í dag. Hann er rættiliga við at koma fyri seg aftur, og eg vænti mær nógv av honum í heyst, segði venjarin hjá FCK eftir gulldystin

Venjarin hjá FC Keypmannhavn er ein góðsligur svii, og hóast hann helt, at hansara lið átti tvey brotsspørk í stórdystinum sunnudagin, so var hann fattur sum altíð.
? Dómararnir hava tað trupult í slíkum dystum, tá alt gongur so skjótt fyri seg, og so kann tað henda, at teir ikki síggja alt. Brøndby átti kanska eitt brotspørk, men eingin ivi var um, at vit áttu tvey púra greið brotsspørk, segði Hans Backe eftir dystin.

Todi á toppinum
Venjarin hjá FC Keypmannhavn lat í steypafinaluni hósdagin føroyska álopsmannin sita á beinkinum meginpartin av tíðini, men sunnudagin var Todi við frá byrjan og spældi í meira enn 80 minuttir.
? Todi spældi væl í dag. Hann er rættiliga við at koma fyri seg aftur og kemur meira og meira við í spælið hjá okkum. Um hann verður frískur, so verður hann bara betri komandi tíðina. Eg vænti mær nógv av honum í heyst, segði Hans Backe.
? Todi hevur havt fleiri skaðar, sum hava órógvað hann, men nú er hann endiliga við at koma á tað støðið, sum vit vita, at hann kann spæla á.

Beiskt tap
Hans Backe var keddur um javnleikin móti Brøndby, sum hevði við sær, at FCK má lata danmarksmeistaraheitið frá sær til sín argasta kappingarneyta.
? Vit spældu ein góðan dyst ímóti Brøndby. Vit høvdu fult tamarhald á dystinum so at siga allatíðina, og vit skaptu nógvar kjansir. Tí er tað beiskt, at vit missa sigurin í seinastu løtu.
? Eg eri væl nøgdur við spælið hjá okkum, men sjálvandi er tað eitt stórt vónbrot, at vit ikki vinna dystin.
? Vit vóru 10 stig aftan fyri Brøndby, tá vit byrjaðu upp á seinastu 13 dystinar. Vit hava ikki tapt í vár, so vit skaptu spenning í kappingini, men hetta kennist framvegis sum eitt stórt vónbrot júst nú, segði Hans Backe.