Todi venur í Søllerød-Vedbæk

Hesi tíðindi ber heimasíðan bold.dk. Todi Jónsson skal vera við at venda keðiligu gongdini hjá KÍ í føroysku landskappingini, men hann flytur kortini ikki heim til Føroya. Tískil fer hann at venja nakað saman við Søllerød-Vedbæk, sum spælir í triðbestu donsku deildini, og nakað saman við KÍ.

 

Annars kemur Todi Jónsson at ferðast í millum Føroya og Danmark, hetta tíðarskeiðið til kappingarárið er av.