Todi Jónsson, ein av eigarunum av Fremad Amager, var væl nøgdur við hugburðin hjá sínum spælarum í dystinum ímóti Lyngby í gjár.
- Hetta var eitt týdningarmikið stig hjá okkum at vinna. Eg haldi, at spælarar høvdu hetta uppiborið, tí teir vístu ein sera góðan vilja og stríddust væl, segði Todi Jónsson við heimasíðuna hjá Fremad Amager eftir dystin.
- Men tað er sjálvandi eisini okkurt, sum vit skulu gerast betur til. Til dømis missa vit ov skjótt bóltin. Vit skulu gerast betur til at hava bóltin á liðnum, segði hann.