Superliga
FCK, sum ikki hevur tapt síðani tað varð farið at spæla aftur eftir vetrarsteðgin, er framvegis við í stríðnum um DM. Mánakvøldið vóru teir í Silkeborg. Úrslitið var 1?1, og tað hevur við sær, at FCM og Silkeborg hava 47 stig, Brøndby hevur 45 stig og FCK 44.
At tað endaði við javnleiki var at rokna við. Í níggju av seinastu tíggju dystunum ímillum hesi bæði feløgini hava tey fingið eitt stig í part. Men FCKarnir iðraðu seg, tá teir vendu nøsini heim eftir. Síðstu fimm minuttirnar vóru tvey mál hjá teimum kolldømd.
Sjónvarpsupptøkurnar vístu, at fyrra málið, sum varð kolldømt fyri rangstøðu, áttu teir at havt fingið. Thomas Thorninger stútaði upp á tvørs til Pascal Simpson, sum knappar tíggju minuttir undan dystarenda kom á vøllin fyri Toda Jónsson. Linjuverjin metta stóra mannin, sum skoraði úr fýra metra fjarstøðu, at vera rangstaddan, men upptøkurnar vístu, at hann var í hvussu so er ein hálvan metur røttu megin, tá avleveringin fall.
Hitt málið varð kolldømt, tí Pascal Simpson í yvirtíðini skuldi havt gjørt fríspark í sambandi við hroansparsksstøðu.
Heimaliðið omaná
Silkeborg var omaná í 1. hálvleiki. Tá hevði FCK lítið at bjóða upp á frammi á vøllinum. Sibusiso Zuma og Thomas Thorninger komu ongantíð ígjøgnum í borðunum. Harvið var Heine Fernandez, sum var tætt við at skora, tá hann við høvdinum sendi hornasparksinnlegg í tvørtræið, so at siga arbeiðsleysur.
Todi Jónsson, sum á heimasíðuni hjá sær fríggjadagin helt, at honum enn restar eitt sindur í at koma heilt fyri seg eftir landsliðsskaðan í Luksemburg, vísti onkra ferðina síni evni, tá hann tamdi sera torførar bóltar, men sum oftast vendi hann skeiva vegin.
Silkeborg kom á odda eftir 22 minuttir. Thomas Thorninger kiksaði sending dygst uttanfyri brotsteigin, og Per Ottosen sendi úr høgru flatt framvið Thomas Myhre og í handara síðunetið.
Todi eyðsýndur
Eftir steðgin tóktist heimaliðið eitt evarska lítið sindur verjukent. FCK fekk fatur á miðvøllinum, og Todi Jónsson, sum var við í nógvum, tóktist á ongan hátt at vera darvaður av vøddaskaðanum. Av hyggjarunum hjá TV3+ varð hann kosin besti maður á vøllinum, og í onkrum av bløðunum fekk hann hægsta karakterin, samstundis sum hann varð sagdur í 2. hálvleiki at hava gingið undan, verið aggressivur og pågående.
Todi javnaði sjey minuttir eftir steðgin. Donsku miðlarnir lýsa ta støðuna sum dagsins detalju. Eftir temjing fór Todi frá eftiransaranum, Boro Zivkovic, skar eitt sindur úr høgru og inn fyri málið, og tá nýggi landsliðsmálverjin, 35 ára gamli Peter Kjær, kom út ímóti var Todi nóg kaldur at senda framvið honum og dygst innanfyri nærra stólpan. Eitt fínt mál.