Todi varð fagnaður

Annan dystin upp í slag taptu teir í FCK, men við føroyskum eygum var tað positivt, at Todi Jónsson aftur var síggja á vøllinum


 

Superliga


Tað tykist sum um stóra uppgávan ímóti Lazio á útivølli í løtuni fer avstað við megin partinum av sálarligu orkuni hjá Toda og teimum í FCK. Eftir at teir í heyst komu ájavnt superligumetinum upp á 22 dystir á rað uttan at tapa, hevur liðið nú tapt tveir dystir á rað, og í báðum førum hevur talan verið um mótstøðulið, sum fótbóltsserfrøðingarnir hava spátt eina tilveru nær botninum.


Todi fagnaður

Hesa var tað AB, sum tók øll stigini frá FCK, og tað var enn tá í Parkini, at hetta hendi.

AB Hevði tó ikki nakra stóra leikliga yvirvág, men teir megnaðu at gera sær av sínum møguleikum, og tá FCK so misnýttu onkrar risamøguleikar, kundi tað ikki ganga stórt øðrvísi.

Hóast tapið, so kunnu vit við føroyskum eygum fegnast um, at Todi Jónsson, sum hevur verið vøddaskaddur, fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum var á vøllinum, tá FCK spældi fríggjadagin.

Todi kom á vøllin stutt inn í seinna hálvleik, og tað var sjónligt ? ella ljódligt ? at tað ikki bert eru føroyingar, sum hava saknað góðu fótbóltsevni hansara. Hvør sál í Parkini sang, at tey vildu hava Toda á vøllin, og fagnaðurin var eisini stórur, tá Kent Karlsson so sendi klaksvíkingin inn.

Todi var eisini um reppi at siga takk fyri álitið við einum máli, men hóast fleiri góðar royndir, so mátti hann eins og liðfelagarnir fara málleysur av vøllinum.

Todi sýndi annars, at hann kropsliga er veruliga komin fyri seg aftur. At kalla hvørja ferð hann fekk bóltin, var vandi á ferð, og vbar tað ikki fyri ein sera væl leikandi Steven Lüstu í AB-verjuni.