Todi vann á Jákup

Superligan: Aftur hesaferð var mótstøðumaður útvístur fyri at gera seg inn á Toda Jónsson, sum var millum teir bestu á FCK-liðnum

(KEYPMANNAHAVN) Todi Jónsson var omaná í føroysku uppgerðini í Ítróttarparkini sunnudagin.

Liðið hjá Toda Jónsson vann 2-0 á oddaliðnum Herfølge, har Jákup Mikkelsen sum vant vardi málið.

Tað var fult uppiborið, at FCK vann dystin, tí heimaliðið var munandi betri upplagt enn útiliðið, sum stóran part av dystinum saknaði dirvi og hugflog til veruliga at skapa nakað frammi á vøllinum.

Tað var bara í løtum, at dysturin var væl spældur og undirhaldandi, tí liðini gjørdu so nógv fríspørk, at dómarin í heilum mátti steðga spælinum. Fleiri skaðar vóru, og tað gjørdi, at fleiri drúgvir steðgir vóru undir dystinum.

Bæði FCK og Herfølge gjørdu nógv mistøk, og tað hevði við sær, at ofta snúði tað seg um at vinna leysar bóltar á miðvøllinum. Nærdystirnir vóru nógvir, og tað var løgd stór orka í at vinna teir.

Longu í fyrsta minuttinum fekk fyrsti spælarin hjá Herfølge gult kort, tá hann feldi Toda Jónsson. Í seinna hálvleiki feldi liðskiparin hjá Herfølge, Henrik Lykke, tvær ferðir við stuttum millumbilum Toda, og tað fekk hann tvey gult kort fyri og noyddist tí av vøllinum miðskeiðis í seinna hálvleiki.


Jákup kundi einki gera

FC Keypmannahavn skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki, og báðu ferðirnar var Jákup Mikkelsen sakleysur.

Í fyrra hálvleiki sendi FCK ein bólt inn úr høgru síðu, bólturin fór fram við tveimum spælarum og rakti so meira ella minni tilvildarliga økslina á Thomas Thorninger, og umvegis stólpan fór bólturin í málið.

Í seinna hálvleiki spældi Todi Jónsson álopsmannin David Nielsen púra leysan við ein avlevering, sum skar ígjøgnum Herfølge-verjuna. FCK-spælarin sendi bóltin í stólpan, og so var hin álopsmaðurin, Clement Clifford, fyrstur á returinum, og sendi hann í tóma málið.

Jákup Mikkelsen hevði onkrar bjargingar, men ofta fóru FCK-royndirnar fram við málinum. Jákup var tryggur í bóltspælinum, men einaferð í seinna hálvleiki var hann um at koma í trupulleikar, tá hann skuldi snýta ein FCK-spælara, men støðan endaði við frísparki til føroyska málverjan.


Todi millum teir bestu

Hóast hann einki mál hevur skotið í hesum kappingarárinum, er tað eyðsýnt, at Todi Jónsson hevur stóran týdning fyri sítt lið. Hann spælir á vinstra miðvølli, har hann við sínum eyðkendu trekkum, skapar nógv í álopspartinum. Todi er allatíðina vandamikil, og ferð eftir ferð verða mótstøðumenninir noyddir at steðga honum ólógliga.

Tað er eisini líkt til, at FCK-venjarin sýnir sínum føroyska spælara størri álit, enn hann nakrantíð áður hevur gjørt. Móti Herfølge vóru tríggir av álopssinnaðu spælarunum tiknir út, men Todi var á vøllinum allan dystin, hóast hann var útlúgvaður seinasta partin av dystinum. Tá hevði hann eisini gjørt eitt stórt arbeiðið í vinstru síðu.

Todi hevði nakrar royndir á málið. Í fyrra hálvleiki eina góða frísparksroynd, sum fyrrverandi KÍ-liðfelagin í Herfølge-málinum tók sær av, og einaferð í seinna hálvleiki royndi Todi úr 18 metrum at lyfta bóltin upp um Jákup, men málverjin hevði skálkin við honum.

Við sigrinum tók FCK seg rættiliga frá aftaru liðunum í deildini, og teir kunnu nú líta uppeftir stigatalvuni tað sum eftir er av fyrru hálvu. Herfølge hevur nú tapt tríggjar dystir á rað, og tað er líkt til, at teir eru uppsteðgaðir eftir frálíka byrjan á árinum. Herfølge er tó framvegis við í oddanum, tí teir eru bert eitt stig aftanfyri fremsta liðið.


Óli spældi ikki

Botnliðið AGF spældi sunnudagin í Viborg, og burtur úr tí dystinum fekk liðið úr Århus eitt stig, hóast heimaliðið í seinna hálvleiki legði stórt trýst á AGF.

Óli Johannesen var ikki við á liðnum hjá AGF hesaferð, og tað er annar dystur á rað, at landsliðsspælarin situr uttanfyri.

AGF kom á odda við máli sum verjuspælarin Mads Rieper skoraði í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki javnaði sviin Hans Eklund við frálíka góðum máli, og tað komu ikki fleiri enn hesi bæði málini, hóast Viborg hevði nógv og góð tilboð í seinna hálvleiki.

Javnleikurin hevði við sær, at AGF kom upp um niðurflytingarstrikuna aftur, men Esbjerg, sum er eitt av botnliðunum, skuldi spæla í gjárkvøldið.