Todi valdi Start

Seint týskvøldið boðaði Todi Jónsson norska felagnum Fredrikstad frá, at hann ikki tók av tilboðnum frá teimum um ein sáttmála. Ístaðin fer føroyski framherjin til norska oddaliðið Start.

Sunnudagin var Todi Jónsson og hugdi at dystinum millum Fredrikstad og Start í norsku tippeliguni, og eftir dystin samráddist hann við Fredrikstad um ein møguligan sáttmála. Partarnir komu at kalla ásamt um ein sáttmála, og tað restaði bert, at Todi tosaði við familjuna um støðuna. Men ein umboðsmaður frá Start fór aftaná Toda til Keypmannahavnar og samráddist við føroyska framherjan, sum gjørdi av at velja norska oddaliðið Start heldur enn Fredrikstad.
Í Start leggja teir stóran dent á, at teir ikki hava stolið Toda frá Fredrikstad, soleiðis sum onkur norskur fjølmiðil vil verða við. Ítróttarstjórin í Start, Trond Are Gjone, sigur við norska blaðið Fædrelandsvennen, at Start hevði samband við FC Keypmannahavn tveir dagar, áðrenn Todi var á vitjan hjá Fredrikstad.

Ikki ringa samvitsku
Sjálvur sigur Todi, at hann ikki hevur so ringa samvitsku um, at hann soleiðis hevur verið í samband við fleiri partar í senn.
- Eg segði alla tiðina, at eg fyrst vildi tosa um møguleikan í Frederikstad við familjuna, og tað gjørdi eg so eisini. Brádliga legði Start Kristiansand seg so framvið, og ítróttarliga er tað ein meira áhugaverdur møguleiki. Teir eru í løtuni á fremsta plássinum í deildini, og hava seks stig niður til annað plássið. Sjálvandi ber ikki til at siga, hvussu støðan er um tvey ár, men í løtuni helt eg so, at hesin møguleikin var meira áhugaverdur, sigur Todi.
Sáttmálin, sum hann hevur gjørt við felagið, gongur yvir hálvt triðja ár, men um føroyski áleyparin ikki trívist í felagnum, hevur hann møguleika at steðga um hálvt ár. Og hetta tykist eisini vera nakað, sum Todi er nøgdur um.
- Nú hevur alt gingið so skjótt, at eg enn ikki havi sæð umstøðurnar í felagnum, men eg havi sjálvandi spurt meg fyri. Fyrstu seks mánaðirnir geva mær eisini møguleika at vita, um hetta er eitt stað, har vit kunnu trívast. Familjan verður so fyribils búgvandi í Keypmannahavn, og gongur alt eftir ætlan, flyta tey so yvir seinni.

Byrjar alt fyri eitt
Læknakanning og annað í nýggja felagnum er longu løgd aftur um bak, og mikudagin skuldi Todi so skriva undir nýggja sáttmálan. Sjálvur vil Todi ikki siga, hvussu hesin er skrúvaður saman fíggjarliga. Men sum skilst, so er norskur fótbóltur væl fyri í so máta. Ikki minst, takkað verið nýggju sjónvarpsavtaluni, sum gevur feløgunum út ímóti 200 milliónum um áriði í sjónvarpspengum.
Sama dag skuldi føroyingurin so eisini til arbeiðis. Norska kappingin byrjar aftur um tvær vikur, og málið hjá felagnum er púra greitt, at nú skal metlanga sigursrøðin hjá Rosenborg steðgast.
- Við ársbyrjan var málið hjá felagnum kanska ikki heilt so høgt. Men sum kappingin hevur gingið, eru bæði krøv og vónir økt. Tí er málið nú púra greitt at vinna meistaraheitið, og tí arbeiðinum gleði eg meg at verða partur av, sigur Todi Jónsson at enda.