Todi vónar

Í annað kvøld skal FCK spæla móti AB, men er ikki gjørt av, um Todi Jónsson verður við á liðnum

 

Danmark


Sum nevnt í blaðnum í gjár, so spældi Todi við eykaliðnum hjá FCK týsdagin, og spurningurin er so, um hann sleppur upp í part, tá FCK um fáa dagar skal spæla ein hin týdningarmesta dystin í søgu felagsins. Ímóti Lazio í Rom.

Helst er tað ein fortreyt fyri luttøku í hesum dystinum, at Todi progvar fyri venjaranum, at hann aftur er 100%, og einasti møguleikin at prógva hetta undan dystinum í Rom er fríggjakvøldið, tá FCK á heimavølli tekur ímóti AB.

- Tað gekk sum so væl týsdagin, men eg pressaði meg tó ongan tíð 100% í tí dystinum, segði Todi, tá vit tosaðu við hann áðrenn venjingina hósmorgunin.

- Tí hava vit onga avgerð tikið enn, men hetta verður so gjørt undir venjingini í dag. í løtuni fái eg sostatt einki sagt við vissu, men sjálvandi vóni eg at verða klárur, sigur Todi Jónsson at enda.