Seinasta hálva árið hevur Todi Jónsson spælt fótbólt í Kristiansand í Noreg. Tá avtalan við Start varð gjørd, samdust partarnir í fyrstu atløgu um ein hálvt ára sáttmála, og um hetta gekst nøktandi, so kundi hesin leingjast.
Ítróttarliga munnu tey flestu hava verið so hampuliga væl nøgd. Hóast tað í seinasta dystinum akkurát glapp hjá Start í norska gulldystinum, og hóast Todi í hesum avgerandi dystinum tvær ferðir rakti træverkið, so er føroyski spælarin fallin inn í spælið hjá Start.
Men uttan fyri vøllin hevur tað ikki gingið eins væl hjá Toda. Áður hevur hann sagt, at tað var ógvuliga tungt at venja og spæla dyst í Noreg, meðan restin av familjuni var í Keypmannahavn.
Og nú er nógv, sum bendir á, at hetta eisini er atvoldin til, at sáttmálin við Start ikki verður longdur.
Við donsku heimasíðuna, bold.dk, sigur Todi, at samráðingarnar við Start ikki ganga heilt so væl, sum hann kundi ynskt sær, og at hann tí kanska gevst við fótbólt á hægsta støði. Enn vil hann tó ikki avvísa, at talan kanska verður um fótbólt í næst bestu donsku røðini.










