Todi átti avgerandi leiklut

Start hevur verið flúgvandi, síðani Stig Inge Bjørnebye varð settur sum venjari fyri Tom Nordlie.
Sunnudagin stóð tó leingi nógv á, tá Start hevði vitjan av Viking. Danski Nicolai Stockholm legði Start á odda við beinleiðis frísparki, men um miðjan seinna hálvleik javnaði Viking við sjálvmáli.
Todi Jónsson byrjaði á beinkinum, men hann kom inn fyri David Nielsen 20 minuttir fyri leiklok. Og hann átti sin lut í, at Start vann sigurin. Heimasíðan hjá Start skrivar, at Todi var eitt frískt lot, og hann vann eisini brotsspark, tá hann varð feldur í gjøgnumbrotsroynd. Tá restaðu 2 minuttir, og ta Bård Borgersen undan hesum hevði stútað Start á 2-1, kundi Atle Roar Håland staðfesta sigurin. Start er nú á sætta plássinum í bestu norsku deildini. Seks stig frá bronsuni, sum kósin sigst vera sett ímóti.