Todi: Trýstið er har alla tíðina

Sjálvsálitið er í topp hjá manninum, sum roknað verður við skal syrgja fyri, at landsliðið skorar seinnapartin ímóti Kekkia

Todi Jónsson er framvegis eitt sindur eymur eftir lyskuskaðan, sum hevur plágað hann í langa tíð og sum helt honum uttanfyri liðið hjá FCK í fleiri vikur. Men tað er eingin ivi um, at hann fer at spæla við, tá landsliðið seinnapartin í dag skal royna seg ímóti Kekkia. Tó er tað ivasamt, um hann fer at spæla allar 90 minuttirnar:

? Eg eri framvegis eymur eftir skaðan, men tað er eingin trupulleiki at spæla. Eg skal bara syrgja fyri at hita uppaftur betri upp, enn tað hevur verið vanligt. Geri eg tað, so er eingin trupulleiki við knøppu snaringunum. Men eg dugi einki at siga um, um tað fer at bera til at spæla allar 90 minuttirnar. Tað er nakað, sum greiða ikki fæst á, fyrrenn dysturin gongur sína gongd, sigur Todi Jónsson.

Liðfelagarnir hjá honum spældu í gjárkvøldið ímóti Ikast. Venjarin Kent Karlsson úr Svøríki, sum er ógvuliga høgt mettur, og sum Todi hevur stóra virðing fyri, var harmur um, at føroyingurin ikki kundi vera við ímóti Ikast, men hann legði einki trýst á álopsspælaran. Ikast verður mett millum veikaru liðini í superliguni, og tað hevði verið sannlíkt, at Todi Jónsson, sum hevur skorað tríggjar tær seinastu ferðirnar, hóast hann bara hevur spælt umleið helmingin av tíðini hvørja ferðina, kundi havt skorað eitt ella tvey mál, um hann spældi í gjárkvøldið.

Tað verður roknað við, at tú skorar, tá tú spælir á landsliðnum, og serliga eftir at nógvir føroyingar hava sæð frágera góða málið ímóti Brøndby verður roknað við nógvum. Kennir tú tað sum eitt stórt trýst?

? Eg havi kent eitt trýst á mær hvørja ferð, eg havi verið heima og spælt á landsliðnum. Hesa ferð er trýstið ikki minni, men tú lærir at liva við tí. Fótbóltur er ein liðítróttur, og tað er eingin einstakur spælari, sum vinnur ella tapir.

? Tá eg byrjaði í FCK kendi eg stórt trýst á mær um at gera mál, tí tað er greitt, at tá ein spælari, sum er keyptur at gera mál, ikki skorar, so er tað so skjótt at tosað og skrivað verður um skeiva íløgu. Nú havi eg verið heppin nakrar ferðir, og so er trýstið lætt eitt sindur, men tað ræður um at vera støðugur, og tí trýstinum sleppur tú ongantíð undan.


Fáa møguleikar

Todi hevur ikki sæð upptøku av dystinum í Kekkia, men hann ivast ikki í, at uppgávan í dag verður eins torfør, sum tað altíð er, tá Føroyar spæla ímóti stóru tjóðunum.

? Men royndirnar siga, at vit hvørja ferð fáa møguleikar at gera mál, og so ræður um at gera nyttu burturúr teimum. Tað hevur verið nógv regn, meðan vit hava fyrireikað okkum, og at vøllurin er vátur og hálur er ikki okkum til fyrimunar, sigur Todi Jónsson, sum higartil hevur skorað átta mál í 28 altjóða skrásettum landsdystum. Hann hevur ikki spælt tríggjar tær seinastu ferðirnar, tí hann var skaddur, tá landsliðið var í Íslandi, Estlandi og Kekkia. Seinastu ferðirnar, Todi var við, var tær báðu ferðirnar, tá landsliðið spældi ímóti Malta. Todi skoraði eitt mál í hvørjum dystinum.