SUPERLIGAN
Gongst tað, sum tað er skrivað, og verður Todi Jónsson bara ein stóran mánað afturat í FCK. Um tað gongst, sum Todi Jónsson ynskir, so fer hann at halda fram í felagnum. Tað staðfesti føroyska álopsessið hjá FCK aftur leygardagin, tá ið hann var stóri gloypibitin hjá pressuni, tí hann sera hegnisliga hevði skorað sigursmálið hjá FCK og harvið hevði tryggjað felagi sínum oddasessin.
? Einki er avgjørt um, hvar eg fari at spæla eftir summarsteðgin. Men tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg fegin vil halda fram í FCK, sigur Todi Jónsson, sum harvið leggur stórt trýst á FCK leiðsluna um at boyggja seg og í orðsins sanna týdningi at seta rætta prísin á málmaskinuna, sum Todi í vár hevur víst FCK leiðsluni og áskoðarunum, sum halda so nógv av honum, at hann er.
Niels?Christian Holmstrøm og Flemming Østergaard sótu á Ikast stadion, og tað hevði ivaleyst passað teimum nógv betri, um onkur annar av hinum tíggju FCK spælarunum ? og ikki Todi Jónsson ? hevði skorað. Men enn eina ferð fingu teir staðfest, at Todi er gull verdur fyri FCK. Hóast hann hevur spælt sera lítið og aftur hesa ferð var á beinkinum, so hevur hann í fimm dystum skorað fýra mál, og nú er hann toppskjútti hjá FCK í superliguni.
2?1 sigursmálið skoraði Todi minni enn ein minutt eftir, at hann eitt lítið korter undan leikloki endiliga slapp upp í part. Liðformaðurin, Peter Nielsen, stakk eftir miðásinum til Toda, sum røttu megin rangstøðumarkið fekk bóltin við sær, streyk frá miðverjuni og var ósvikaliga tryggur, tá ið hann stóð andlit til andlit við landsliðsmálverjan Peter Skov Jensen.
Sigurin hevði við sær, at FCK leygarkvøldið var nýtt oddalið í superliguni. Teir varðveittu sessin sunnudagin, tá ið Brøndby við Jón Róa Jacobsen á beinkinum allar 90 minuttirnar ikki megnaði meiri enn 0?0 á heimavølli ímóti AB. Hetta var fyrstu ferð í 45 dystum, at Brøndby ikki fekk mál. Størsta heiðurin fyri tað átti U?21 landsliðsmálverjin í AB málinum, Stephen Andersen. Hann var ein sannur brandur. Danska pressan staðfestir, at Brøndby tvær ferðir í fjúrtan dagar ikki hevur megnað at hildið tørn um oddasessin, og at tað harvið tykist sum um ungu menninir fáa gummibein, tá ið teir skulu vísa, at teir eru broyttir frá at vera dreingir og til at vera menn.
Tað resta fýra umfør, og sum tað sær út í løtuni, so verður talan um sanna finalu, tá ið FCK í næstsíðsta umfarinum, mikukvøldið 18. juni, fer at vitja í Brøndby.
Farum tapti fyri triðju ferð á rað, og nú rillar bronsuplássið. Esbjerg vann 3?2 í Farum, og esbjergensarnir løgdu seg harvið undir liðini á FCM á fjórða plássi, bara tvey stig aftanfyri Farum.
OB leigaði undan kappingarbyrjan Steffen Højer úr Viborg, har teir ikki hildu seg hava brúk fyri álopsmanninum. Tað iðra teir seg ivaleyst um nú. OB vann 3?1 í Odense, og Steffen Højer skoraði í 1. hálvleiki tvey mál!
Botnurin tættur
Sunnudagin varð mest sum greitt, at Herfølge næsta kappingarár verður einasta umboðið úr Køge kommunu í superliguni. Køge tapti 4?1 á heimavølli ímóti AGF. Í átta dystum hevur Køge bara fingið eitt stig, meðan hetta var fyrsta ferðin síðani 1999, at AGF hevur spælt fimm ferðir á rað uttan at tapa. Nú er stórfelagið í Århus fýra stig frá niðurflytingarstrikuni.
Silkeborg er dygst niðanfyri og AaB dygst omanfyri strikuna. Tí var talan um lykladyst, tá ið hesi bæði liðini hittust í Silkeborg. Hvørgin parturin vildi tapa, og so endaði tað málleyst. Seks feløg eru framvegis í niðurflytingarvanda. Tvey feløg telvast um gullið, og hini stríðast um bronsumerkini og UEFA Cup pláss. Harvið hava øll okkurt at spæla fyri í fýra teimum síðstu umførunum.









