Í fyrradagin boðaði danski landsliðsvenjarin, Bo Johansson, frá, hvørjar átjan spælarar hann síðst í januar ætlar sær at hava við niður til Spania. Har skal Danmark spæla fleiri dystir móti norðurlendsku grannatjóðunum.
Føroyska landsliðið verður saman við hinum norðurlendsku landsliðunum í Spania síðst í januar og fyrst í februar, og tað er væl hugsandi, at føroyska liðið fer at vera betri mannað, enn tað hevur verið, tá Allan Simonsen og hansara menn áður hava verið á venjingarlegum bæði í Spania og aðra staðni suðuri við Miðalhavið.
? Eg havi hoyrt so lítið um ætlanirnar enn. Men eg skilji, at talan verður um landsdystir móti øðrum norðurlondum. Tað ber í sær, at fyri føroyska landsliðið verður talan um størri avbjóðingar, enn tað higartil hevur verið talan um á venjingarlegunum, og tað hevur ikki minni at týða, at feløgini, sum vit útisetar umboðað, fara at síggja við øðrum eygum upp á ferðina til Spania, enn tey higartil hava gjørt. Tá danska landsliðið verður millum luttakararnar, so kundi eg ímynda mær, at teir t.d. í FCK fara at skatta venjingarleguna høgt, heldur Todi Jónsson, sum kortini undirstrikar, at hetta ikki er nakað, sum hann higartil hevur hoyrt so nógv um.
FCK skal beinanvegin eftir nýggjár til Suðurafrika at taka lut í einari kapping, men teir vera gott og væl afturkomnir til Danmarkar, áðrenn norðurlendsku landsliðini fara at seta hvørjum øðrum stevnu í Spania.
Fáir vinadystir
Tá Todi Jónsson 15. juli í 1991 spældi tann fyrsta av higartil 37 landsdystum, so var talan um ein vinardyst móti Turkalandi. Síðani tá hevur landsliðið spælt níggju vinadystir, men Todi hevur bara spælt við í trimum.
Eftir dystin móti Turkalandi, har hann skoraði føroyska málið, var hann við í teimum báðu næstu, sum í 1992 vóru í Oslo móti Noregi og á Svangaskarði móti Ísrael. Síðani hevur føroyska landsliðið spælt vinardystir móti Aserbadjan, tvær ferðir móti Estlandi, eina ferð móti Noregi og tríggjar ferðir móti Íslandi.
Tað var ikki fyrrenn í dystinum móti Íslandi 18. august í ár á Tórsvølli, at fremsti álopsmaðurin aftur var tøkur í einum vinardysti. Tá vóru liðin gott og væl sjey ár, síðani Todi síðst hevði umboðað Føroyar í einum vinardysti. At hann ikki hevði gjørt tað komst av yrkisfótbóltinum í Danmark.
Nú fella áhugamálini hjá donskum og føroyskum fótbólti saman, og so er tað rættuliga sannlíkt, at tað fer at bera til hjá føroyinginum í FCK at umboða føðilandið, uttan at hetta fer at minka um møguleikan hjá honum at halda tørn um fasta plássið á FCK liðnum.
Eingin av liðfeløgunum hjá Toda Jónsson í FCK er millum teir átjan spælararnar, sum Bo Johansson vil hava við niður til Spania.
Tveir av liðfeløgunum hjá Jákupi Mikkelsen í oddaliðnum í superliguni, Herfølge, hava fingið landsliðsboð. Teir eru álopsmaðurin Kenneth Jensen, sum fyri ikki so langari tíð síðani fór úr FCK, sum ikki metti seg hava pláss fyri honum á liðnum, og til Herfølge, og so verjuspælarin Henrik Lykke, sum útlendsk feløg hava sýnt áhuga hesa seinastu tíðina.
At hesir báðir fara at fáa fylgi av Jákupi Mikkelsen niður til Spania man lítið vera at ivast í.