Todi til Tróndheim

Føroyski álopsspælarin hevur fingið boð um at vera við á Noregs túrinum, nú fleiri av føstu monnunum hava givið avboð

ÚTISETI

Tað hevur verið friðarligt kring fótbóltslívið hjá Toda Jónsson í vár. Væl meiri friðarligt, enn tað nakrantíð hevur verið, síðani hann á sumri í 1993 flutti til Danmarkar og í Lyngby fór undir miðvísa arbeiðið at røkka upp í fremstu røð.
Síðstu stóru vikuna hevur einki verið at hoyrt um dystir hjá Toda. Men nú hevur hann fingið boð. Eftir FCK venjingina mánadagin vórðu nítjan spælarar úttiknir til dystin í annaðkvøld, og Todi er millum hesar nítjan.
FCK hevur knívin á strúpanum, tá ið teir í annaðkvøld skulu spæla í Tróndheimi. Mótstøðuliðið er Rosenborg, og tað verður í Royalu kappingini, at stríðið fer at standa. Í millumumfarinum hevur FCK tapt 1-0 í Malmø og á heimavølli ímóti Rosenborg var úrslitið 2-2. Um føroyska útisetafelagið skal hava møguleika at røkka í finaluna, so er neyðugt hjá teimum at vinna í annaðkvøld.
Fleiri av teimum, sum hava spælt nógv í fýra teimum fyrstu landskappingardystunum síðani vetrarsteðgin, eru ikki tøkir undan uppgerðini í Tróndheimi. Talan er um miðverjan og liðformannin, Bo Svensson, sum er hælskaddur, vongverjan Lars Jacobsen, sum er leikbannaður, miðvallaran í høgru, Michael Silberbauer, sum hevur brotið kjáklabeinið og ikki verður førur fyri at spæla næsta lítla mánaðin og so álopsspælaran og eyka liðformannin, Peter Møller, sum hevur trupulleikar í nakkanum.
Umframt Toda Jónsson eru tríggir aðrir álopsspælarar í ferðalagnum. Teir eru Zuma og Álvaro, sum vóru á vøllinum allar 90 minuttirnar sunnudagin, og sum vóru sera væl upplagdir, og Jesper Bech, sum sunnudagin varð innskiftur beinanvegin fyri Michael Silberbauer og sum stóð seg rættuliga væl.
- Álopsspælararnir stóðu seg sera væl ímóti Brøndby. Um eg skal á vøllin, og hvør leikluturin hjá mær møguliga fer at verða, veit eg einki at meta um, sigur Todi Jónsson á heimasíðu síni.
Í landskappingini skal FCK næsta vikuskifti spæla á útivølli ímóti AGF, og Brøndby, sum nú hevur rættuliga stórt trýst á sær, skal spæla á útivølli í Viborg.