Føroyingar í summarfrí uttanlands fregnast ofta eftir, hvørjir fótbóltsdystir eru á skránni, meðan teir eru á flatlondum. Ofta roynist tað ikki so væl, tí í juli er danska fótbóltskappingin í summarfrí. Men í summar sær eitt sindur betri út, bæði hjá teimum, sum seinni í mánaðinum fara at vera stødd í Jyllandi og teimum, sum fara at hugna sær í danska høvuðsstaðnum.
Skráin fyri næsta kappingarárið í superliguni er júst kunngjørd. Fyrsta umfarið verður spælt sunnudagin 27. juli, men longu leygardagin 26. juli verður fyrsti dysturin, sum verður vístur á TV3+ sjónvarpsrásini. Meistaraliðið FCK og Todi Jónsson skulu til Ålborg, har uppgávan í fyrsta umfarinum verður rættuliga torfør.
Men longu vikuskiftið frammanundan verður møguleiki at síggja FCK spæla á rættuliga høgum støði. AB skipar í Gladsakse fyri Dunlopillo Summer Cup, sum teir kalla lítlu kappingina, sum verður leygardagin 19. og mánadagin 21. juli.
AB skal leygardagin spæla ímóti hollendska Vitesse Arnhem, og FCK skal kl. 14 henda leygardagin spæla ímóti Galatasaray úr Turkalandi. Mótstøðuliðið hjá FCK er ikki hvat sum helst. Teir hava verið mest sum fastir luttakarar í europeisku meistarakappingini, har teir onkra ferðina hava rokkið heilt langt.
Mánadagin 21. juli skulu vinnararnir av leygardags dystunum spæla ímóti hvørjum øðrum, og tapararnir skulu eisini dystast innanhýsis.
Legg til merkis, at henda kappingin verður í Gladsakse og ikki í Parkini, har FCK annars spælir sínar heimadystir.
Færri spælarar
Komandi mánadag fara donsku feløgini undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Hesar seinastu dagarnar hevur verið at hoyrt um feløg, sum keypa spælarar, og um spælarar, sum leita eftir nýggjum feløgum. FCK hevur ikki verið millum feløgini, sum hava keypt nýggjar spælarar, og leiðslan í felagnum hevur fleiri ferðir sagt, at teir halda tilfarið, sum teir hava, vera nóg gott at verja meistaraskapin við og at stríðast fyri at koma í bólkaumfarið í europeisku meistarakappingini við.
Í staðin fyri at keypa spælarar hava teir í FCK sloppið sær av við onkrar av teimum, ið hava tyngt á lønarlistanum, men sum ikki hava megnað at spælt seg til pláss á besta liðnum. Millum teir, sum ikki longur eru á FCK listanum, er álopsspælarin Pascal Simpson. Hann var ein av kappingarneytunum hjá Toda, og tað varð roknað nógv við honum, tá ið hann fyri nøkrum árum síðani kom í felagið. Men Pascal Simpson gjørdist ongantíð nøkur hóttan ímóti eitt nú Toda Jónsson. Hann hevur verið nógv skaddur, eitt skifti varð hann leigaður til svenskt felag, og nú hava skaðarnir havt við sær, at hann gevst at spæla fótbólt.