Fótbóltur
Á heimasíðu sínari, www.todi.fo, skrivar føroyski FKC-leikarin, at hann nú aftur er førur fyri at taka lut í dystum.
Hetta merkir, at Todi kundi verið við í dystinum týskvøldið ímóti Borussia Dortmund, eins og í komandi stórdystinum móti Brøndby, men so er kortini ikki.
Á heimasíðuni sigur Todi, at hann heldur tað ikki vera rætt av sær at spæla við í tveimum somikið týðandi dystum, tá hann enn ikki er 100% klárur til dystirnar. Hetta kundi kanska kostað eitt bakkast, soleiðis at skaðin aftur fór at gera um seg, og tí takkaði hann nei. Eisini hóast talan her er um tveir av størstu dystunum á árinum.