FC Amager hevur nevnliga stovnað eitt eSport-lið, har børn og ung, ið gjarna vilja spæla FIFA 08, Counter Strike ella World of Warcraft á høgum stigi, kunnu hittast.
Todi Jónsson, sum er nevndarformaðr og virkandi stjóri í felagnum, sigur, at tey síggja eSport sum ein spennandi møguleika.
- eSport er í stórari menning, og hesum vilja vit fegin vera ein partur av. Tí hava vit sum fyrsta ítróttafelagið tikið stigið allan vegin, soleiðis at vit aktivt gerast ein partur av hesum. Okkara fatan er, at millum tey mongu ungu, sum spæla teldu, er ein stórur marknaður fyri eSport. Og í tøttum samstarvi við Dansk Computerforbund vilja vit arbeiða fyri at stovnseat eina eSport-ligu í Danmark, sigur Todi.
Eins og í einum vanligum fótbóltsfelag verða fleiri eSport-venjarar knýttir at nýggju verkætlanini hjá FC Amager.










