Í gjár kom FC Amager á stigatalvuna í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. FC Amager vitjaði í Hvidovre, og úrslitið var 1-1. Hóast FC Amager fyri einari viku síðani vann 4-2, so er stigið í gjár tað fyrsta á talvuni hjá Toda Jónsson og hansara liði. DBU gjørdi í vikuni av at geva Lyngby øll stigini fyri dystin síðsta sunnudag. Orsøkin var tann, at FC Amager hevði nýtt spælara, sum var leikbannaður. Fyrrverandi VB-spælarin Adrias Cieslewisz spældi allan dystin á liðnum hjá Hvidovre.










