Todi stendur við orðini

- Eg havi bara sagt mína meining. Meira er tað ikki, sigur álopsmaðurin, sum ikki ber nakran ótta fyri viðari revsing frá FCK

Skaði

Sum vit skrivaðu í gjár, so hevur Todi Jónsson í donsku bløðunum givið ilt av sær, tí hann ikki tykist fáa nóg skjóta viðgerð frá læknasektorinum í FCK. Serliga er tað tað, at hann nú skal bíða í 10 dagar eftir eini scanning upp á skaðan í lærkrikanum, sum hevur fingið ilt í leikaran. Ein bíðitíð, sum undir øllum umstøðum tykist leingja fráveru hansara frá besta liðnum.
Mánakvøldið fingu vit orðið á Toda, og hann tóktist á ongan hátt at vera bangin fyri at standa inni fyri tí, sum BT hevði borið fram. Heldur ikki, hóast slíkar útsagnir ofta hava fingið ilt í ítróttarstjóran í felagnum, Niels Christian Holmstrøm.
- Eg dugi ikki at síggja, at hetta skal kosta mær nakað í so máta, um tú hugsar um revsing av nøkrum slag. Fyri mítt viðkomandi er tað nóg stór revsing, at eg ikki fái tikið lut í dystunum hjá felagnum. Eg havi sagt mína hugsan um, at tað kundi gingið eitt sindur skjótari við hesum, og tað er so tað. Og í aðrar mátar, so plaga vit vanliga at greiða slíkt innanhýsis, so eg trúgvi ikki, at talan verður um nakað rok hesum viðvíkjandi, sigur Todi.
Í samrøðuni við BT róði Todi eisini uppundir, at tað fyri honum tykist, sum vil felagið ikki gjalda fyri at framskunda kanningina. FCK er annars uttan nakra samanbergin ríkasta felagið í Danmark. Plaga teir ikki vanliga at rinda tað, sum tað kostar, tá leikarar skulu kannast fyri skaðar?
- Tað veldst sjávlandi um, hvat slag av skaða talan er um, og hvør metingin hjá læknunum er. Í mínum føri kenni eg meg bara eitt sindur frustreraðan í løtuni. Fysioterapeutarnir hava staðfest, at talan ikki er um nakran skaða í vøddunum. Tí hava teir so spælt bóltin víðari til læknan, sum eisini hevur bílagt eina scanning. Men eg dugi ikki at skilja, hví eg so skal bíða í 10 dagar eftir hesari. Sum er fái eg ikki vant nakað serligt, og fyri hvønn dag sum gongur, gerst venjingarstøðan verri, soleiðis at eg førki meg alsamt longri frá besta liðnum. Tað er í øllum førum ein lítið hugalig støða. Ikki minst tá tað annars hevur gingist somikið væl seinastu longu tíðina.
Tá talan er um skaðar í lærkrikanum, so munnu tað vera fáir, sum hava havt fleiri trupulleikar við hesum enn júst Todi Jónsson. Tíðina í Lyngby og fyri ein part eisini í FCK var hann leingi plágaður av slíkum skaða. Er tað kanska óttin fyri eini endurtøku av hesum, sum eisini spøkir í høvdinum á Toda nú?
- Sjálvandi hugsar man eisini tann tankan, men vónandi er talan ikki um sama slag av skaða. Tann skaðan varð eg seinast skurðviðgjørdur fyri í 1997, so í so máta eri eg ikki so bangin fyri júst tí. Tað einasta eg vil, er at sleppa í dyst aftur fyri felagið hjá mær, so skjótt tað yvir høvur er gjørligt, staðfestir ein hugtungur Todi Jónsson at enda.
Men fyribils er ikki stórt annað at gera enn at bíða. Venjingarnar í FCK fær føroyski leikarin ikki tikið serligan lut í, annað enn at renna eitt sindur. Og í aðrar mátar vísa tol. Men nú er tolið tó um at vera uppi, skilst.