Í gjárkvøldið vann Start aftur í norsku Tippuliguni. Start spældi á heimavølli ímóti Lillestrøm og vann 2-0. Fyrra málið í dystinum gjørdi Kristoffer Hæsted, tá ið 35 minuttir vóru spældir. Todi Jónsson sat á beinkinum til heilt fram ímóti dystarenda, tá ið hann kom. Fimm minuttir vóru tá eftir at spæla, men Todi gjørdi beinanvegin um seg. Fyrst dró hann í vinstru, varð hildin av einum verjuspælari, fekk skot á, men bólturin streyk fram við málinum. Verjuspælarin fekk gula kortið fyri at halda. Í yvirtíðina serveraði Todi bóltin til Fredrik Strømstad, sum kundi senda í málið til 2-0.