Start spældi í gjár á útivølli ímóti Sandefjord í norsku tippuliguni. Todi Jónsson spældi allan dystin í álopinum hjá Start, og hann var aftur hesaferð sera virkin og framsøkin. Sandefjord koma á odda, tá ið ein slakur tími var spældur, men eitt korter fyri tíð eydnaðist tað Start at javna. Málskjútti var Alex Valencia. Heimasíðan hjá Start vil verða við, at liðið var snýtt fyri sigurin, tí tveir minuttir fyri leiklok varð Todi Jónsson feldur í brotsteiginum hjá Sandefjord, uttan at dómarin lat við seg koma.