Todi í skugganum av Møller

Mest útskeldaði spælarin hjá FCK skoraði sigursmálið sunnudagin og syrgdi harvið sjálvur fyri at teppa tey mongu, sum aftur og aftur hava hildið seg fingið staðfest, at tað var við síðuna av, tá FCK í fjør keypti Peter Møller

SUPERLIGAN

Brøndby og FCK vunnu bæði sunnudagin. Harvið er framvegis lagt upp til eina sera spennandi finalu, tá Brøndby í næstsíðsta umfarinum fer í Parkina.
Hesa ferð vunnu bæði Brøndby og FCK 2?1. Brøndby á útivølli í Aalborg í einum sera tøttum dysti, har AaB við tapinum datt longri niður á støðutalvuni og nú tykist vera smokkað burturímillum í stríðnum um meistaraskapin.
Knappliga nítjan túsund vóru í góðveðrinum í Parkini, har FCK stríddist fyri at halda tørn um lítlu frástøðuna fram til Brøndby. Og tað eydnaðist at vinna.
Maðurin í miðdeplinum hjá FCK eftir dystarenda var álopsmaðurin Peter Møller. Einki var at siga til, at hann var hjartans fegin. Síðani hann í fjør varð keyptur úr Spania og aftur til danskan fótbólt, hevur hann ikki kent seg væl komnan. FCK fjeppararnir hava ikki gloymt, at Peter Møller eina ferð í tíðini skifti frá FCK og til Brøndby. Men nú tykist tað, sum um lagið er betri, og tað er ikki so undarligt.
Peter Møller avloysti sunnudagin, tá tað restaðu seytjan minuttir, Toda Jónsson. Todi hevði verið við í samanspælinum, men serliga í 2. hálvleiki eydnaðist tað einki serligt hjá honum at koma til upplagdar málmøguleikar. Onkra ferðina kom bólturin tvørtur við málinum, Todi, sum ta einu ferðina næstan kom í gjøgnum og sendi eitt skot ímóti málinum, sum Silkeborg málverjin hevði lætt við at bjarga, var um reppið at fáa møguleikan at sýra bóltinum í kassan, men tað eydnaðist ikki.
Peter Møller hevði verið á vøllinum í sjey minuttir, tá hann skoraði sigursmálið. Eftir at Peter Christiansen hevði lagt innfyri úr vinstru, var Peter Møller hægstur og stútaði sigursmálið. Í síðsta enda kann tað fara at vísa seg at hava verið í orðsins sanna týdningi gull vert.
Fyri tveimum vikum síðani spottaðu bæði viðhaldsfólkini hjá Peter Møller og pressan álopsmannin, sum tey søgdu vera sera klossutan og í vánaligari venjingarstøðu.
Silkeborg stríddist væl, sjálvt um teir manglaðu fleiri av føstu monnunum. FCK kom á odda, tá tað restaðu seks minuttir av fyrra umfarinum. Zuma smekkaði til úr høgdu, ein av verjuspælarunum royndi at verja fyri, men hann var so mikið óheppin, at hann beindi bóltinum í egið mál.
Silkeborg javnaði, tá tað vóru farnir fýra minuttir av 2. halvleiki. Talan var um eitt klossut mál, tí eitt hornaspark úr høgru varð sent beinleiðis í málið aftanfyri Magnus Kihlstedt. Tað var harmuligt fyri FCK og málverjan. Tað restaðu bara fýra minuttir hjá svenska málverjanum, so hevði hann tikið eitt met frá AB málverjanum Jan Hoffmann. Hesin hevur megnað at hildið AB málið tætt í 680 minuttir.

Brøndby aftur á kósini
Hjá oddaliðnum Brøndby var endin góður, eftir at tað í eina viku hevði verið sera buldraligt. Eftir fleiri tap gjørdi venjarin, Åge Hareide, mánadagin av at siga seg úr starvinum. Hann er farin aftur til Noregs, har hann á nýggjárinum ætlandi skal verða venjari hjá Rosenborg.
Fyrrverandi meistaravenjarin hjá Brøndby, Thom Køhlert, hevur tikið við venjarastarvinum fram til summarsteðgin. Frammanfyri 13.516 áskoðarum gekk tað upp á stás hjá nýggja Brøndby venjaranum og liðnum hjá honum.
Brøndby vann ein fínan fótbóltsdyst 2?1. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, og tað var evnið til HM hópin hjá Morten Olsen, Peter Madsen, sum legði Brøndby á odda bæði 1?0 og 2?0.
OB hevði vitjan av Esbjerg, sum noyddist til hús við 2?1 tapi. Harvið togaði OB seg upp ímillum tey, ið stríðast fyri heiðursmerkjunum. Esbjerg datt niður á sætta plássið. Tað er longri niðri, enn teir hava verið leingi.

Tvær ferðir til Esbjerg
FCK hevur framvegis tvey stig fram til oddasessin. Og tað tykist sum um tað verður torførari hjá Toda og teimum komandi vikuskifti, enn tað kanska verður hjá Brøndby. FCK skal spæla í Esbjerg, har teir eftir tapið í Odense eru við at missa Europa Cup úr eygsjón, og Brøndby fær vitjan av AB, sum tykist vera skelkað at brølaranum og skriviborðstapinum næstsíðsta vikuskifti.
Hinir dystirnir eru AaB?FCM, AGF?Viborg, Silkeborg?Lyngby og Vejle?OB.
Longu í annaðkvøld skal FCK fyrru ferðina til Esbjerg í hesi vikuni. Tá skulu teir spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. Í fyrra dystinum, sum varð spældur í Parkini, vann FCK 1?0, so tað er púra opið, hvørt av hesum báðum liðunum skal í Parkina at spæla steypafinalu Kristi himmalferðardag, sum verður hósdagin 9. mai.

Myndatxt
Todi Jónsson byrjaði millum teir fyrstu 11 hjá FCK, men eitt gott korter fyri leiklok varð hann skiftur út fyri Peter Møller