vikuskiftinum verður farið undir eitt nýgg kappingarár í superliguni. FCK endaði sínar fyrireikingar mikukvøldið. Tá spældu teir ímóti eingilska 1. deildarliðnum West Bromvich Albion úr Birmingham, sum er í Skandinavia og fyrireikar seg til nýggja kappingarárið.
Úrslitið var 1?0 til FCK, og tað var Todi Jónsson, sum skoraði einasta málið. Sambært donsum fjølmiðlum var talan um eitt framúr mál, sum Todi skoraði við høgra beini. Et gudemål, verður sagt. Hvat liggur í hesum nýggja fótbóltshugtakinum kunnu vit bara ímynda okkum, men av frágreiðingini um málið skilst, at talan var um eitt gott mál.
Suðurafrikanski snillingurin Sibusiso Zuma sneiddi fleiri av sær í høgru, áðrenn hann legði heilt tvørtur um í vinstru. Har fekk Todi Jónsson bóltin, hann sneiddi ein av sær, setti kós móti málinum, og tá hann var komin á brotsteigar samankomingina smekkaði hann til við høgra beini, og bólturin fór dygst undir nærru samankomingini og í kassan.
Málið kom, tá seinna umfarið var fimm minuttir gamalt.
Sambært donsku fjølmiðlarnar var tað bara í fyrsta korterinum eftir steðgin, at tað var serliga nógv lív í. Talan var alla tíðina um nógvar nærdystir, men málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir. Nakrir komu í løtuni eftir at Todi hevði skorað, men einki spurdist burturúr.
Skeiva vegin
Venjingardysturin varð spældur á Greve stadion. Har vóru 1103 áskoðarar. Millum teirra vóru onkra staðni millum tvey og trý hundrað viðhaldsfólk hjá WBA. Hesi komu umframt úr Danmark eisini úr Svøríki og Noregi. At WBA eigur viðhaldsfólk í Skandinavia man stava frá tíðini fyri einum tjúgu árum síðani. Tá taldist Birmingham felagið millum tey bestu í Onglandi.
Millum spælararnar vóru Bryan Robson, sum seinni var liðformaður í Manchester United og á eingilska landsliðnum, Larry Cunningham, sum seinni spældi við Real Madrid, men doyði í ferðsluvanlukku, og so sterki og dimmi miðframherjin Cyrille Regis.
Síðani tá hevur tað ikki gingið nakað serligt hjá WBA. Í Birmingham hava bæði teir og felagið, sum eitur Birmingham, staðið í skugganum av Aston Villa, og soleiðis er tað framvegis.
Fleiri skiftingar
FCK droymir um at vera best í Danmark og at standa seg væl í europeisku kappingunum. Teir hava nógvar spælarar, og at nýggi venjarin, onglendingurin Roy Hodgson, vil hava kapping um plássini á liðnum, sást í venjingardystinum í Greve.
Todi Jónsson og Sibusiso Zuma verða roknaðir sum bestu boðini upp á ytstu miðvallarplássini í 4?4?2 uppstillingini. Í 1. hálvleiki í Greve sótu teir báðir á beinkinum. Teir komu báðir á vøllin beinanvegin eftir steðgin, og tað setti meiri ferð í álopsspælið hjá FCK, verður sagt í donsku fjølmiðlunum.
Fyrsti landskappingardysturin hjá FCK verður í Parkini sunnudagin. Tá skulu teir spæla ímóti Haderslev.
jhalan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.
Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.
Tryggleikin
á gamalsaldri
Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.
Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.
Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag
Jóannes Eidesgaard










