Todi skal binda frið

Líkt er nú til, at Todi Jónsson longu nú kann fara at hugsa um jólagávur, dunnuna til døgurðan og annað, sum hoyrir jólunum til.
Í øllum førum hevur hann fingið boð frá FCK um, at tað ivaleyst er best, um hann fullkomuliga bindur frið í øllum førum tað komandi vikuna.
Orsøkin er skaðin í lærkrikanum, sum hevur argað førosyka álopsleikaran í longri tíð. Fyri stuttum varð loksins staðfest, hvør orsøkin til skaðan var, men hóast hetta nú er staðfest, so merkri tað ikki, at Todi aftur kann venja við fullari ferð.
- Veruleikin, soleiðis sum hann nú sær út, ger, at eg havi sera ilt við at trýgva, at tað fer at bera til hjá mær at spæla meira í ár. Eftir dystin nú sunnudagin skal FCK niður til Mallorca at spæla seinna dystin í UEFA-Cup kappingini. Eg kann gott siga, at eg eri næstan heilt vísur í, at eg ikki verði førur fyri at fara við liðfeløgunum niður haðar. Tað er spell, men tað er so einki at gera við tað, skrivar Todi um hetta á heimasíðu sínari.