Todi skaddur

Skaðin hja Toda Jónsson tykist vera somikið álvarsligur, at vandamikli álopsleikarin ikki verður klárur aftur fyrr enn um nakrar vikur.

 

Við Sosialin segði Torbjørn Viderø, sum er lækni hjá landsliðnum, at Todi hevur fingið ein fipurskaða í vinstra lærið. Talan er ikki um sama skaða, sum áður hevur plágað Toda, men úrslitið er hitt sama. Tríggjar vikur uttan fótbólt, og tað má sigast at vera stórt spell. Bæði fyri føroyska landsliðið og fyri FCK.

- Talan er um ein slíkan skaða, sum bara hendir viðhvørt. Talan var als ikki um nakran nærdyst, men líka mikið, so er talan um ein fipurskaða.

Tá vit seinast frættu, var tað enn ikki heilt víst, men ivaleyst fer Todi aftur til Danmarkar í morgin, meðan restin av landsliðnum fer til Moskva.