Mikukvøldið spældi norska felagið Start sín fimta dyst í tippuliguni. Dysturin var á heimavølli ímóti Fredrikstad, og enn einaferð endaði málleyst. Start hevur ikki megnað at skorað á heimavølli í hesum kappingárinum. Todi Jónsson kom saman við Stefan Barlin inn, tá ið tað restaðu um 20 minuttir, og heimasíðan hjá Start skrivar, at tað kom veruligt lív í álopsspælið, og Start mest sum hertók brotsteigin hjá Fredrikstad. Tað eydnaðist tó ikki at fáa mál, og tað var eitt vónbrot fyri heimaliðið, sum bert hevur vunnið ein av fimm dystum higartil.










