Todi sendi Jákup í toppin

Superligan: FCK legði fót fyri Brøndby, og Herfølge, sum vann sín dyst, er tí einsamalt á odda í superliguni. AGF vann óvæntað

Stórdysturin í Ítróttarparkini sunnudagin endaði við javnleiki, og tað hevði við sær, at Herfølge aftur er einsamalt á odda í superliguni.

Todi Jónsson, sum var smáskaddur undan dystinum móti Brøndby, var við allar 90 minuttirnar, men hann var ikki so eyðsýndur, sum hann hevur verið farnu dystirnar.

Næstan 30.000 áskoðarar vóru í Parkini sunnudagin, og tey sóu ein dyst, har tað hendi nógv, hóast spælið ikki var sannførandi alla tíðina.

Áðrenn 10 minuttir vóru spældir noyddist FCK at broyta sítt lið, tí álopsmaðurin David Nielsen fekk ein snudd og mátti av vøllinum.

Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men í seinna hálvleiki fingu liðini eitt mál í part. FCK legði seg á odda, tá litaviski landsliðsmaðurin Donates Vencevicius royndi seg við skoti úti frá. Skotið var ikki av teimum bestu, men Brøndby-málverjin, Mogens Krogh, sum lesarar hjá Ekstra-Blaðnum halda verða tann besta í superliguni, kláraði ikki at forða fyri.

Brøndby javnaði, tá ungi álopsmaðurin Peter Madsen við einum góðum skoti sendi bóltin í FCK-málið.

Bæði liðini høvdu aðrar royndir á málið, men hvørgin fekk nakað mál. Todi Jónsson, sum spældi á vinstra miðvallarplássinum, var ikki við í so nógvum hesaferð, sum hann annars hevur verið seinastu dystirnar, men hann var á vøllinum allar 90 minuttirnar.


Jákup aftur á toppinum

Føroyski landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen helt málið reint, tá hansara lið spældi í Odense. Uppflytararnir í OB høvdu fitt av spæli, men teir kláraðu ongantíð at bróta rættiliga ígjøgnum sterku Herfølge-verjuna.

Jákup Mikkelsen hevði tí ikki so nógv at gera, men tað, sum var sent móti málinum, tók hann sær av.

Einasta málið í dystinum gjørdi Kenneth Jensen, sum fram til summarsteðgin var liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK. Hann varð spældur leysur, og hann var tryggur, tá hann sendi bóltin frá við veteran-málverjanum hjá OB, Lars Høgh.

Sigurin hjá Herfølge hevði við sær, at teir eru aftur á odda í superliguni, nú tveir dystir eru eftir at spæla fyri vetrarsteðgin.

Óli Johannesen var ikki á liðnum hjá AGF, sum rættiliga óvæntað vann útidystin móti AB. Stóri spælarin í dystinum var AGF-framherjin Bo Nielsen, sum gjørdi øll málini hjá sínum liði.

Tá støðan var 2-1 til AGF, varð John Jensen útvístur, men tað forðaði ikki fyri, at Bo Nielsen løtu seinni økti til 3-1. AB fekk eitt mál afturat, men tað rakk ikki til nakað stig.

Við sigrinum togaði AGF seg eitt sindur upp frá niðurflytingarstrikuni, men teir eru framvegis triðniðast í deildini.

? Í okkara seinastu seks dystum, hava vit vunnið tveir og spælt tríggjar javnar. Tað eru úrslit, sum vilja nakað, segði ein fegin AGF-venjari, Peter Rudbæk, eftir dystin.

Lyngby, sum hevur staðið seg væl í ár, tapti annan dystin á rað sunnudagin. Lyngby fekk álopsmannin Søren Hermansen útvístan, tí hann kallaði dómaran eitt "spejlegg".

Esbjerg vann botndystin móti Vejle, sum hevur eina alsamt vaksandi uppgávu fyri framman. Nú er liðið fýra stig aftanfyri AGF, og úrslitini seinastu umførini boða ikki frá góðum.

Meistararnir úr AaB spældu í gjárkvøldið ? eftir okkara evstamark ? seinasta dystin í hesum umfarinum; hann var móti Viborg.