Todi í Søllerød-Vedbæk

Hetta ger hann, tí hann ynskir at koma í venjing, soleiðis at hann er klárur, tá landskappingin í Føroyum verður tikin uppaftur. Hesi tíðindi bar heimasíðan bold.dk í morgun. Todi Jónsson skal vera við at venda keðiligu gongdini hjá KÍ í føroysku landskappingini, men hann flytir kortini ikki heim til Føroya. Tískil fer hann at venja nakað saman við Søllerød-Vedbæk, sum spælir í triðbestu donsku deildini, og nakað saman við KÍ. Annars kemur Todi Jónsson at ferðast í millum Føroya og Danmark, hetta tíðarskeiðið til kappingarárið er av.