Í kvøld fara Todi Jónsson og liðfelagarnir í FCK undir týdningarmiklasta stríðið, sum felagið hjá teimum hevur verið í nakrantíð. Setningurin er at røkka bólkaspælinum í europeisku kappingini fyri meistaralið. Eingin føroyingur hevur nakrantíð áður verið við í tí kappingini. Um tað skal eydnast Toda og teimum at røkka so langt, so skulu teir vinna samanlagt í kvøld á Ibrox í Glasgow og um fjúrtan dagar, tá ið Rangers fer at vitja í Parkini í Keypmannahavn.
FCK ferðalagið fór til Glasgow fyrrapartin í gjár. Teir eru tjúgu spælarar í ferðalagnum. Millum teirra er óvæntað brasilski álopsspælarin Álvaro Santos, men tað verður ikki roknað við, at hann verður á vøllinum. Í hvussu so er ikki millum teir fyrstu ellivu. FCK venjarin, Hans Backe, sigur, at brasilski spælarin er fyrst og fremst við í Glasgow fyri at fáa viðgerð fyri skaðan, sum hevur hildið honum burtur frá fótbólti í nakrar vikur. Men samstundis leggur eitt sindur hulni venjarin afturat, at tað er ikki heilt útilokað, at nýggi spælarin verður settur á vøllin, um tað verður mett at verða neyðugt.
Danskir fjølmiðlar siga, at alt bendir á, at Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu. Hann og Zuma fara at manna álopið, og teir báðir eru fullvæl greiðir yvir, hvat tað snýr seg um.
? Hetta verður, sum tað plagar at vera í Parkini. Heimaliðið fer at kroysta okkum. Vit mugu ansa eftir ikki at gera mistøk í verjuni, og so mugu vit vóna, at vit fáa nyttu burturúr møguleikunum, sum vit heilt víst fara at fáa fyri at fara í snarálop, sigur Zuma, sum heldur, at myndingin av spælinum fer heilt víst at passa væl til FCK álopsspælararnar, sum ivaleyst fáa møguleikar at vísa, hvussu ferðmiklir teir eru, og hvussu væl teir duga við bóltinum.
Liðformaðurin hjá FCK, miðvallarveteranurin Peter Nielsen, er so mikið skaddur í rygginum og lærinum, at tað er lítið sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla. Tí verður roknað við, at Thomas Røll fer at spæla undir liðini á Erik Mykland á sentrala miðvøllinum, og at Morten Bisgaard, sum hevur verið leingi skaddur, fer at spæla í vinstrua borði.
Erik Mykland heldur ongan iva vera um, at Glasgow Rangers er favorittur, og at teir í FCK skulu spæla upp til sítt besta og samstundis vera hepnir, um tað skal eydnast hjá teimum at røkka einum úrsliti, sum kann verða gott grundarlag undir returdystinum um tvær vikur.
? Tað hevði sjálvandi verið framúr og sera týdningarmikið, um tað hevur eydnast hjá okkum at skora eitt mál, sigur Zuma.
Uppgerðin verður at síggja á TV Danmark 1 rásini í kvøld.