ÚTISETI
FCK er á venjingarlegu í La Manga í Spania. Sjálvandi roknaðu Todi Jónsson og liðfelagarnir við, at veðrið fór at vera meiri várligt og eftir okkara umstøðum summarligt í Spania, enn tað er í Danmark. Men soleiðis var tað ikki, tá ið teir mitt í síðstu viku vóru komnir suður á Iberisku hálvoynna.
FCK ferðaliðið kom suður til La Manga mikukvøldið, og tá ið teir vaknaðu hósmorgunin, var foldin kavaklødd. Tað eru teir í Spania ikki vanir við. Sambært FCK heimasíðuni so vistu tey í Spania at siga, at tað hevur ikki verið kavi í hesum partinum av Spania seinastu 60 árini.
Men hóast tað framvegis kennist í La Manga, at tað er vetur, so var tað skjótt, at kavin var burturi, og FCK spælararnir hava vant á góðum grasvallum.
Fríggjadagin spældu teir fyrstu ferð í ár. Mótstøðuliðið var Lokomotiva Moskva, sum hevur verið nakrar dagar fleiri enn FCK í Spania. Úrslitið var 3-0 til russiska liðið.
-Eg haldi, at úrslitið vísti, at teir eru komnir longri í fyrireikingunum eftir vetrarsteðgin, enn vit eru komnir, sigur Todi Jónsson úr Spania á heimasíðu síni, todi.fo.
Saman við Zuma
Todi hevur verið væl fyri, síðani teir í FCK 6. januar fóru undir aftur venjingarnar. Hann hevur vant saman við hinum alla tíðina, og Todi, sum hevur sáttmála við FCK fram til 30. juni, hevur sagt seg vera sera uppsettan at vísa, at tað framvegis kann roknast við honum á hægsta støði í Danmark.
FCK venjarin, Hans Backe, segði undan fráferðini til Spania, at hann ætlaði at geva øllum spælarunum møguleika at vísa, at tað skal roknast við teimum. Ímóti Lokomotiva Moskva vórðu nógvar útskiftingar framdar.
- Í 1. hálvleiki vóru Zuma og eg í álopinum. Tað var frammanundan avrátt, at vit skuldu spæla í 1. hálvleiki, og at Peter Møller og Carsten Fredgaard skuldu vera í álopinum eftir steðgin. Men Peter Møller varð smáskaddur undir venjing, og tí var Zuma á vøllinum allar 90 minuttirnar. Zuma og eg funnu væl saman, og vit høvdu onkran møguleika, men vit fingu einki mál, sigur Todi Jónsson.
Tað er eingin ivi um, at bestu avrikini hjá Toda í FCK hava verið, tá ið hann hevur havt Zuma undir liðini í álopinum. Og tað er heldur eingin ivi um, at Zuma hevur framt bestu FCK avrikini, tá ið hann hevur havt Toda undir liðini.
Umframt Carsten Fredgaard, sum tað hevur ljóðað, at FCK møguliga fer at selja til IFK Göteborg, Zuma, Peter Møller og Toda, er eisini Álvaro Santos við í kappingini um tvey tey fremstu plássini á FCK liðnum. Men Álvaro hevur verið vøddaskaddur síðani eina ferð í heyst. Tað sigst ganga rætta vegin, men higartil hevur verið mett, at hann er ikki nóg væl fyri at spæla.
Undan fráferðini til La Manga ljóðaði tað, at svenska Helsingborg hevur spurt seg fyri í FCK, um tað er møguleiki fyri at keypa Álvaro aftur. Brasiliumaðurin spældi í svenska felagnum inntil á sumri í 2003, tá ið hann flutti til FCK. Nú sigst tað, at svenska felagið harmast um, at Álvaro flutti til Keypmannahavnar, men Álvaro sigur seg ikki vera áhugaðan aftur at flyta um Oyrasund.
Í gjár skuldi FCK spæla næsta venjingardystin í La Manga. Hann var ímóti norska Vålerengen. Triði og síðsti venjingardysturin undir venjingarleguni verður hósdagin 3. februar. Tá verður mótstøðuliðið norska meistaraliðið Rosenborg.