Todi og teir mistu í NM stríðnum

Start tapti óvæntað á heimavøllinum móti botnliðnum, meðan kappingarneytarnir til NM fingu eitt stig á útivølli og nú eru á odda

NOREG

Í vikuskiftinum minkaðu vónirnar fyri, at tað fyri fyrstu ferð skal eydnast einum føroyingi at vera partur av liði, sum vinnur meistaraskapin í norskum fótbólti.
Leygardagin hevði Start við Toda Jónsson sum miðframherja allar 90 minuttirnar heima í Kristiansand vitjan av botnliðnum úr Aalesund.
Dysturin varð vístur á NRK1, og tað sást skjótt, at illa sperda botnliðið hevði sera góðan hugburð. Teir høvdu eisini gott dómaratekki, og tað vísti seg at hava rættuliga stóran týdning. Aalesund vann 5-4, eftir at tað í steðginum hevði staðið 1-1.
Tølini boða frá stórum undirhaldi, og soleiðis var tað. Todi skoraði ikki, men hann var við í upplegginum til tvey av Start málunum. Í tveimum førum var um reppið, at Todi fekk mál. Fyrru ferðina royndi hann at renna frá verjuni. Illa kroystur smekkaði hann til eitt sindur uttanvert brotsteigarmarkið og til vinstru, og bólturin streyk framvið handara stólparótini. Tað gjørdi hann eisini, tá ið Todi í brotsteiginum og við fleiri mótstøðumonnum kring seg tamdi innlegg úr vinstru og so at siga burturúr ongum snaraði um seg sjálvan og smekkaði til.
Start venjarin, Odd Nordlie, metti brotssparkið, sum Aalesund í 1. hálvleiki javnaði uppá, at vera púra burturvið og dømt fyri nærdyst, sum tað eru nógvir av í hvørjum dysti. Eftir dystarlok, tá ið dómarin hevði sæð upptøkurnar, ásannaði hann mistakið.
Fyrstu tríggjar minuttirnar eftir steðgin økti Aalesund til 2-1 og 3-1. Seinna málið var brotsspark, sum lítil ivi var um. Start venjarin var tó sera misnøgdur við, at dómarin vísti miðverjanum av vøllinum.
Todi Jónsson fekk gult kort í 2. hálvleiki. NRK reportararnir vóru ikki samdir við dómaran í tí avgerðini. Hetta var annað gula kortið, sum Todi hevur fingið, síðani hann í summar fór at spæla við Start.
Start kappast við Vålerenga um NM. Sunnukvøldið var Vålerenge í Stavanger og spældi móti Viking. Tann dysturin endaði við málleysum javnleiki. Harvið er Vålerenga eitt stig frammanfyri Start, nú tað resta tvey umfør. Lyn er á triðja plássinum - fýra stig aftanfyri Start. Sunnukvøldið tapti Lyn 1-0 á heimavølli móti Tromsø, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini.
Sunnudagin skal Start spæla á útivølli móti Bodø/Glimt, sum er aftast. Bodø skuldi í gjárkvøldið spæla á útivølli móti Lillestrøm. Sunnudagin skal Vålerenga spæla í Oslo móti trettan faldu meistarunum úr Rosenborg. Eftir at tað hevur gingið heilt av skriðuni hjá Rosenborg mesta partin av kappingarárinum, hava teir seinastu vikurnar skavað so mikið av stigum saman, at teir eru komnir undan hóttanini av niðurflyting. Sunnudagin vann Rosenborg 4-1 á heimavølli móti Brann Bergen. Nú verður nógv tosað og gitt í Noregi um, hvørjar møguleikar Rosenborg fer at hava at arga Vålerenga í NM stríðnum.
Í síðsta umfarinum skal Start spæla á heimavølli móti Fredrikstad, sum saman við Bodø og Aalesund er í størst vanda fyri at flyta niður. Fredrikstad megnaði sunnudagin 1-1 á heimavølli móti Molde, sum heldur ikki er komið undan hóttanini av niðurflytingini. Í síðsta umfarinum annan leygardag skal Vålerenga spæla á útivølli móti Odd Grenland. Sunnudagin var úrslitið hjá Odd á heimavøllinum í Skien 2-2 móti Ham Kam.