Todi og teir halda fram í Europa Cup

Fótbóltur: FC Keypmannahavn vann 2-0 móti bulgarskum liði, sum fullkomiliga misti høvdið

Danskur fótbóltur hevur kent luttøkuna í europeisku kappingunum í hesari vikuni sum eitt rættuligt herðaklapp.

Sigurin hjá Brøndby á sjálvum Bayern München var óvæntaður og kærkomin, og tað kom eisini væl við, at Vejle vann 1-0 móti spanska Betis. Venjarin hjá Silkeborg, Sepp Piontek, skýrdi avrikið hjá hansara monnum sum »nakað lort«, tá teir á heimavølli taptu móti italska Roma, og harvið eftir øllum at døma eru teir í Silkeborg foknir í Europa Cup.

Men tað varð mett, at um FCK fór at megna eitt gott úrslit í Sofia í Bulgaria, so var danska luttøkan væl eydnað.

Og FCK stóð seg væl í Sofia hósdagin. Frammanfyri 3.400 áskoðarum á stadion og nógvum milliónum, sum kring heimin hugdu at Eurosport, vunnu Todi Jónsson og hinir í FCK 2-0, og úrslitið ger, at tað er mest sum avgjørt, at FCK verður í hattinum, tá lutur verður drigin til næsta umfarið. Seinni dysturin verður í Parkini hósdagin 1. oktober.

Todi Jónsson spældi í 65 minuttir, og hann fekk eitt ? sambært donskum fjølmiðlum bíligt ? gult kort, tá 55 minuttir vóru farnir. Thomas Thorninger, sum er dýrasti spælarin, FCK hevur keypt, loysti Toda av, og hann økti til 2-0, tá 76 minuttir vóru farnir. Málið varð skotið heilt úr vinstru síðu eftir høvuðleyst málverjuspæl.

Í FCK ásannaðu teir, at teir kundu væl havt fingið fleiri mál enn hetta og tað, sum Bjarne Goldbæk skoraði uppá brotsspark eftir 34 minuttir. Hetta var fyrsta av fýra brotsspørkum síðani summarsteðgin, sum FCK fekk nyttu burturúr.

Ein bulgari reyk út, tá FCK fekk brotssparkið ?neyðbremsan varð nýtt móti Peter Nielsen ? og ein reykj út, tá ein tími var farin (neyðbremsa móti David Nielsen).

Tað var eyðsýnt, at eftir fyrra reyða kortið vóru teir í Levski púra garrvillir. Teir østu seg, hvørja ferð skilagóði hollendski dómarin bríkslaði, og teir fingu fýra gul kort.

Í FCK fingu teir fýra gul kort. Fjølmiðlarnir halda, at umframt kortið, sum Todi fekk, var tað, sum Peter Nielsen fekk, eisini eitt sindur bíligt. Hini fingu David Nielsen ? hann varð skiftur út átta minuttir undan leikloki ? og Niklas Jensen.