Fótbóltur
Todi Jónsson og liðfelagarnir í Start fingu ein ordans uppsang frá venjaranum Tom Nordlie undir venjing á La Manga um vikuskiftið.
Blaðið Fedrelandsvennen skrivar, at Nordlie var sera misnøgdur við hugburðin hjá spælarunum, og undir venjingini sunnudagin kallaði hann sínar menn saman og loysti av.
Eg giti, at tað er trupult at koma í gongd, tá ið tað eru tríggir mánaðir, síðani vit vandu ymisku partarnar á liðnum, men makan til kaos er tað langt síðani, at eg havi sæð, segði Tom Nordlie um spælararnar, sum ikki vóru so hugaðir at halda sínar taktisku skyldir undir venjing og venjingardystum.
Nú fari eg stramma í. Januar, desember og november hava verið serligi mánaðir, tí vit hava havt nógvar skaðar. Alt hevur verið eitt sindur leysari, men nú er tað liðugt við tí, og vit skulu aftur á gamla lagið aftur, segði hann
Mangla nógv sum lið
Start er á venjingarlegu á La Manga, og sunnudagin brúkti venjarin 10 minuttir til geva spælarunum turt uppá.
Venjarin gjørdi spælarunum greitt, at teir mugu lurta eftir venjaranum, teir mugu lurta eftir hvørjum øðrum, teir mugu bíta tennirnar saman, tá ið tað verður kravt nógv av teimum, og teir mugu annars hava ein professionellan hugburð til venjing.
Start-venjarin heldur, at seinasta tíðin hevur verið merkt av nógvum skaðum, men hann hevur hóast alt gott mót.
Vit eru ikki verri fyri fysiskt nú samanborið við somu tíð í fjør, men sum lið hava vit nógv at arbeiða við, sigur Nordlie við Fedrelandsvennen.
Sambært blaðnum tóku spælararnir orðini frá venjaranum til sín.
Todi ikki á landsliðið aftur
Føroyski álopsspælarin Todi Jónsson er við Start á La Manga, og Fedrelandsvennen skrivar, at Todi fer ikki at spæla á landsliðnum aftur. Hetta hevur Todi luftað í føroyskum miðlum, og hóast Føroyar skulu royna seg ímóti sterkum tjóðum longu síðst í hesum árinum, er tað nógv sum talar fyri, at Todi spælir ikki við landsliðnum aftur.
Eg skal tosa við landsliðsvenjaran aftur í august, men eg eri rættiliga vísur í, at eg havi spælt mín seinasta landsdyst, sigur Todi við Fedrelandsvennen.
Hevði eg verið 20 og nýggjur á landsliðnum, hevði tað verið nakað annað. Nú má eg prioritera familjuna hægri, sigur hann.