Tað gongur sum eftir ánni hjá føroyska liðnum í triði bestu donsku fótbóltskappingini. Málið hjá Fremad Amager og Toda Jónsson og hinum føroyingunum aftanfyri felagið er at endurvinna plássið í næstbestu deildini beinanvegin, og higartil í hesum kappingarárinum hevur tað hilnast væl.
Í dag var Fremad Amager á útivølli í Glostrup. Fremad Amager vann 4-0. Eftir tíggju umfør er Fremad Amager oddalið – fimm stig frammanfyri tvey tey næstu, sum eru Brønshøj og FC Roskilde.