Liðið hjá Toda Jónsson, FC Keypmannahavn, er komið til Føroya við sterkastu manning. Tá ið liðið vandi á Tòrsvølli fyrrapartin mánadagin, sást, at kendi suðurafrikanski framherjin, Zuma, ikki er førur fyri at spæla enn. Hinvegin tykist allir hinir leikararnir at verða væl fyri.
Í Klaksvík í gjárkvøldið
Zuma segði við Sosialin, at hann hevur ein skaða at dragast við, og tí fer hann ikki at verða við í nøkrum av dystunm, meðan vitjað verður í Føroyum. Hann venur tó fyri seg sjálvan, meðan liðfelagarnir venja við bólti, so at hann kann verða klárur, tá ið danska kappingin byrjar aftur um fáar vikur.
FC Keypmannahavn spældi í gjárkvøldið eftir evstamark hjá blaðnum í Klaksvík ímóti KÍ, og í annaðkvøld verður dystur í Havn ímóti HB.
Í hópinum hjá FC Keypmannahavn á Føroyavitjanini eru 22 leikarar, sum tað eisini sæst aðrastaðnis á síðuni. Millum teir 22 leikararnar eru tveir nýggir, sum FCK hevur fingið í summar. Tað eru finski landsliðsleikarin, Janne Saarinen, ið er verjuleikari, sum FCK hevur keypt í týskum fótbólti, og so ungi miðverjin Dan Thomassen, sum seinnu árini hevur leikt í Italia.