Talan verður tó ikki um, at skadda føroyska fótbóltsstjørnan skal ganda við bóltinum, tá hann leygardagin verður at síggja á torginum í SMS. Hinvegin er hetta ein av liðunum í marknaðarføringini av nýggja føroyska fótbóltsspælinum, PILA, sum fæst til keyps frá leygardegnum at rokna.
Stórt søluátak
Tað hevur leingi verið kunnugt, at eitt nýtt føroyskt fótbóltsspæl er á veg inn føroyska spæl-marknaðin. Tað eru teir báðir Magnus og Súni Egholm, sum í felag havi uppfunnið hetta spælið, og nú er endiliga komið somikið væl áleiðis í hesum, at spælið er klárt at lata almenninginum.
Longu hósmorgunin byrjaðu gestirnir í SMS at merkja, at okkurt viðvíkjandi fótbólti var áfatt, tí alt Torgið í miðstøðini er nú prýtt við stórari myndaframsýning frá DM-heitinum hjá FCK. Hetta er ein framsýning, sum er gjørd í samstarvi við Sosialin, sum hevði umboð í Parkini tann 11. juni í ár, tá meistaraheitið varð staðfest.
Umframt myndaframsýningina, verða so eisini sjónbond við ymsum hendingum, sum viðvíkja FCK, ein sølubúð við FCK er opin, og so verður sjálvandi eitt eintak av PILA at síggja, eins og greitt verður frá reglunum til spælið.
Simultan-kapping
Fyri fyrst sleppa tey spæli- og fótbóltssjúku tó ikki at royna síni kynstur í nýggja spælinum. Hetta verður nevnliga ikki gjørligt fyrr enn leygardagin, men tá fáa tey fótbóltsáhugaðu so eisini nakað eyka aftur fyri bíðitíðina.
Saman við Toda Jónsson verða nevnliga eisini Diego Tur og Pascal Simpson úr FCK, og teir fara so allir at skriva autografar til viðhaldsfólk síni. Autografarnir verða skrivaðir á antin PILA-spøl, sum sama dag verða til keyps fyri fyrstu ferð, ella á FCK-lutir, sum eru keyptir í FCK-handlinum, sum altso verður opin allar dagarnar.
Umframt hetta, so fáa fólk tá eisini møguleika at royna seg í nýggja spælinum. Hetta verður gjørt sum ein simultan-kapping, har annar av uppfinnarunum fer at dystast móti trimum avbjóðarum samstundis, og so fer tíðin at vísa, um uppfinnarnir sjálvir hava tamarhald á øllum teimum taktisku snildunum, sum kunnu nýtast í spælinum, ella um onkur av avbjóðarunum longu tá hevur roknað seg fram til, hvussu vinnast skal.