Superliga
Í kvøld klokkan fimm minuttir í átta skal FCK aftur í europeiska eldin. Á heimavøllinum í Parkini í Keypmannahavn, har teir fyri einum góðum mánað síðani vunnu á Lazio í innleiðandi umfarinum í meistarakappingini, fáa teir vitjan av Obilic. Talan er um jugoslaviska høvuðsstaðarliðið, sum kom víðari í kappingini, tá teir gjørdu av við GÍ. Dysturin millum FCK og Obilic verður at síggja á TV3+ rásini.
Todi Jónsson er í FCK hópinum. Hóast hann ikki skoraði, tá FCK sunnudagin hevði vitjan av OB, so man tað vera rættuliga stórt sannlíki fyri, at Todi verður ímillum teir fyrstu ellivu. Fyribils venjarin, Niels Christian Holmstrøm, tykist hava stórt álit á føroyska spælaranum.
Zuma nógv umbiðin
Stóri spurningurin í FCK er, nær Zuma verður seldur. Tað er so mikið stórur gravgangur eftir suðurafrikanska álopsessinum, at tað ikki er ein spurningur, um hann verður seldur, men heldur nær hann verður seldur.
Suma fer at spæla við í Parkini í kvøld. Men tað er sera ivasamt, um hann verður í ferðalagnum, tá FCK 27. september fer at spæla í Beograd.
Sambært donsku fjølmiðlarnar 34 europeisk feløg givið til kennar, at tey eru áhugað í at keypa Zuma. Eingilsku bløðini, The Sun og The Mirror, vita at siga, at nú er prísurin komin upp á 72 milliónir krónur. Tað sigst, at Sunderland og Middlesbrough, sum bæði eru í bestu deildini, eru sinnað at rinda FCK henda prísin fyri at fáa fatur á myrka gullfuglinum.
Georgiari í plássið
Maður kemur í mans stað, plagar at vera sagt. Ikki minst í fótbólti er nakað í hesum. Í FCK ætla teir ikki, at tað bert skulu vera Todi Jónsson, Heine Fernandez, Carsten Fredgaard og kanska onkur annar, sum kappast um álopsplássini.
Fyrrapartin í vikuni ljóðaði, at tað er rættuliga sannlíkt, at FCK fer at keypa besta álopsspælaran í Georgia. Hann eitur Mikhail Ashvetia. Teir í FCK fingu eyga á hann, tá teir spældu ímóti Torpedo Kutaisi í innleiðandi umfarinum í europeisku meistarakappingini. Dysturin í Georgia endaði 1?1, og tað var hesin maðurin, sum javnaði fyri heimaliðið.
Tað sigst, at georgiska felagið vil hava einar ellivu milliónir fyri hann. FCK eigur væl og virðiliga fyri nýggja álopsmannin, sum var í Parkini og hugdi at, tá FCK og OB sunnudagin spældu 1?1, men teir ætla sær ikki at rinda so nógv. Tað verður roknað við, at tað fer at bera til at fáa prísin næstan niður í helvt. Felagið hjá honum hevur í hesum kappingarárinum spælt fimm dystir, og Mikhail Ashvetia hevur skorað átta mál. So tað kann ikki sigast annað, enn at hann er málsøkin.