Start-spælararnir taka ikki lætt upp á uppgávuna ímóti Skála hóskvøldið. Mánadagin vandu teir heima í Kristianssand, og har gekk lívliga fyri seg, skrivar blaðið Fedrelandsvennen.
Tveir av spælarunum endaðu í einum hørðum nærdysti. Marius Johnsen fekk eina harðliga takkling frá Ruthford Petersen, og fór og sendandi við Ruthford omaná sær. Marius sveiggjaði við bæði beinum og armum í irritatión yvir taklingina, og Ruthford leyp á føtur í øði og var klárur at fara til hendurs.
Føroyski spælarin í Start, Todi Jónsson, var staddur beint hjá, og hann leyp ímillum fyri at verja tann liggjandi Marius Johnsen.
- Hatta hevði ikki so nógv upp á seg. Tað hendir í øllum feløgum, at spælarar blíva illir við hvørt, sigur Todi Jónsson um hendingina.
Start-venjarin Tom Nordlie ger heldur ikki hóvasták burtur úr hendingini.
- Tað er gott við eitt sindur av hita og vilja til venjing. Eg leggi bara upp í, um spælarar takkla harðliga aftanífrá ella hevna seg, sigur hann við Fedrelandsvennen.
Fyrrapartin setti ferðalagið hjá Start kós ímóti Føroyum. Teir høvdu leigað flogfar og flugu tí beinleiðis úr Noregi til Føroya. Í kvøld skulu teir hava eina venjing á Toftum, og í annaðkvøld verður dysturin ímóti Skála spældur á Svangaskarði.
- Vit hava góðar vónir til dystin, men vit vita eisini, at vit skulu taka uppgávuna í stórum álvara. Tað átti at verið munur millum Start og Skála, tí vit eru professionellir og spæla í eini sterkari kapping, men vit vita eisini, at føroysk lið geva seg hundrað prosent í Europa Cup dysti. Longri teir klára at halda nullið, meira orku fáa teir, og truplari verður tað hjá okkum, sigur Todi Jónsson.
- Eg vóni, at vit klára at vinna dystin, men vit kunnu eisini liva við einum javnleiki, sigur hann.
Todi spælir
Tveir av spælarunum hjá Start eru skaddir til dystin ímóti Skála hóskvøldið. Todi Jónsson er frískur og klárur at spæla.
- Vit hava ikki fingið liðuppstillingina enn, so eg veit ikki, um eg skal byrja inn, men eg vóni tað. Eg havi spælt hampuligt í seinastu dystunum, og vónandi skal eg spæla ímóti Skála, sigur hann.
- Vit hava ikki spælt so væl seinastu dystirnar, og vit høvdu tað trupult í einum steypadysti ímóti einum 1. deildarliði herfyri, so vit vita væl, at vit skulu gera ein góðan innsats ímóti Skála fyri at fáa eitt gott úrslit.
Johan lítlar vónir
Blaðið Fedrelandsvennen hevur tosað við Skála-venjaran Johan Nielsen, og vónirnar hjá honum til dystin ímóti Start eru ikki góðar.
- Vit hava ongan møguleika til at koma víðari. Tað besta, vit kunnu vóna, er at fáa ein javnleik á heimavølli, sigur Johan Nielsen við blaðið.
- Eg havi ikki sæð Start spæla í ár, men eg sá teir spæla í fjør. Teir eru væl fyri kropsliga og halda eitt gott norskt støði, sigur hann.