Todi móti Lyn

Ógvuliga nógv varð mánadagin gjørt burtur úr dramatisku hendingini leygarmorgunin, tá ið Todi endaði á sjúkrahúsinum

Í kvøld klokkan átta fara Start og Todi Jónsson at spæla á heimavølli móti Lyn. Tað er ikki greitt, um Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu, men tað kann væl hugsast, at hann verður tað, um hann rættuliga er komin fyri seg eftir stóra skelkin leygardagin. Todi vandi við Start bæði í fyrradagin og aftur í gjár.
Í norskum og donskum fjølmiðlum varð í fyrrakvøldið nógv gjørt burturúr tilburðinum leygarmorgunin, tá ið Todi eina løtu var uttan vit og endaði á sjúkrahúsi.
Kona Toda, Andrea, verður endurgivin fyri at siga, at hon eina løtu kendi tað soleiðis, at Todi fór at doyggja. Eftir at hann hevði havt ógvuslig krampa herðindi og hevði givið ljóð frá sær, var hann lívleysur í eina løtu, áðrenn hon aftur fekk samband við hann.
Umframt orsøkirnar til líkfalsliga herðindi, sum Todi í gjár varð endurgivin fyri at siga her í blaðnum, verður lagt afturat, at íbúðarumstøðurnar ivaleyst hava viðvirkað til strongd. Síðani Todi kom til Kristiansand hevur hann búð á gistingarhúsi. Konan og øll trý børnini hava verið saman við honum, og hann hevur vant ógvuliga nógv.
Í hesi vikuni flytir Todi í nýggja íbúð. Spurningurin er so, hvussu tað fer at hilnast hjá honum á vøllinum í kvøld, tá ið Start fer at fáa vitjan av Lyn.