Í kvøld spælir Start ímóti hollendska stórfelagnum Ajax, og líkt er til, at Todi skal byrja í álopinum hjá Start. Dysturin millum Start og Ajax er í UEFA Cup, og hann verður spældur á leikvøllinum í Kristianssand í kvøld. Blaðið Fedrelandsvennen heldur seg vita, at Todi Jónsson skal byrja í álopinum hjá Start í dystinum í kvøld. Í verjuni hjá Ajax sleppur Todi at dystast við ein risa í hollendskum fótbólti seinastu 10 árini. Jaap Stam, sum hevur spælt fyri Manchester United og AC Milan er nú verjuálit hjá Ajax, og tað verða uttan iva nakrir nærdystir millum hann og Toda í kvøld.