Todi móti AaB í kvøld

Fótbóltur: Landskappingardysturin millum FCK og donsku meistararnir er framskundaður, tí AaB skal spæla Europa Cup mikukvøldið

Føroyingar, sum eru staddir í Keypmannahavn í summarfrí, fáa í kvøld høvi at síggja FCK við Toda Jónsson á liðnum spæla á heimavøllinum í Parkini í Keypmannahavn. Todi var ikki við, tá landsliðið fyri einum mánaði síðani spældi á Tórsvølli móti donsku meistarunum úr Aalborg, men í kvøld fær føroyski landsliðsmaðurin høvi at royna seg móti AaB. Meistaraliðið úr Aalborg skal mikukvøldið í komandi viku spæla týdningarmiklan dyst í triðja innleiðandi umfarinum í Europa Cup fyri meistarar, og tí er landskappingardysturin móti FCK framskundaður til í kvøld.

AaB skal mikukvøldið dystast við Dynamo Kiev um rættin til eitt pláss í bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini. Donsku lið hava ikki serliga góðar royndir móti ukreinska liðnum, sum áður hevur verið orsøk til at bæði Brøndby og Silkeborg ikki hava rokkið bólkaspælinum.

FCK og AaB hava spælt 26 ferðir ímóti hvørjum øðrum. FCK hevur vunnið tólv ferðir, sjey ferðir hevur verið javnt, og AaB hevur vunnið sjey ferðir. Málmunurin hjá FCK er 45-43. Dysturin í Parkini verður í kvøld klokkan seks.