Todi longdist heim

- Eg havi verið langt niðri seinasta árið, og eg havi merkt á mær, at eg havi ikki kunnað givið meg hundrað prosent fyri Start.
Tað sigur Todi Jónsson við norska Fedrelandsvennen, eftir at hann hevur gjørt av, at hann gevst at spæla fyri Start. Todi gjørdi í fjør ein tvey ára sáttmála við Start, men hann hevði møguleikan at steðga samstarvinum eftir eitt ár, og tað valdi hann at gera.- Eg havi verið nógv burtur frá familjuni, og tað hevur havt ávirkan. Tað hevur verið hart fyri báðar partarn, sigur Todi við blaðið.