Ætlanin var, at Todi Jónsson skuldi verða við í dystinum hjá Start ímóti Brann í gjárkvøldið, men soleiðis skuldi ikki vera. Enn einaferð var Todi óheppin, og beint undan dystinum legðist hann sjúkur. Tað gekk illa hjá Start, tí Brann vann dystin 1-0, og tí hevur Start fingið eina sera vánaliga byrjan upp á nýggja kappingarárið. Liðið hevur fingið eitt stig í trimum dystum, og tað er ikki nøktandi fyri felagið, sum var við í toppinum í fjør










