Todi kann missa 250 túsund krónur

Um tað eydnast FCK at spæla seg í bólkaspælið í Europa Cup, so fáa bara teir spælararnir bonus, sum hava spælt við

 

fótbóltur


Tað kostar nógv at vera fulltíðar yrkis fótbóltsspælari og at vera skaddur. Tað er støðan júst nú hjá Toda Jónsson eitt gott dømi um.

Um tað vil illa til hjá Toda, og hann ikki verður tøkur í innleiðandi dystnum í Europa Cup kappingini, so er møguleiki fyri, at hann spælir av við 250 túsund krónur.

Í kvøld skal FCK spæla í 2. innleiðandi umfarinum í Europa Cup fyri meistaralið. Dysturin verður í Georgia. Komandi mikukvøld verður seinni dysturin í Keypmannahavn. Sambært danskar fjølmiðlar í gjár, so er avtala gjørd ímillum leiðsluna í FCK og spælararnar um, at spælararnir skulu fáa 50 túsund krónur í part, um teir megna at vinna samanlagt ímóti georgiska liðnum.

Men tað eru bara teir spælararnir, sum eru í hópinum, sum fáa løn. Tað gongur í hesum førinum út yvir Pascal Simpson, sum ikki er við Í Georgia. Hann varð vøddaskaddur undir venjing sunnudagin. Tá tað ikki varð roknað við, at hann kundi spæla við í kvøld, lótu teir hann vera eftir í Keypmannahavn, og tað kostar.

Todi Jónsson verður ikki við í kvøld, og hann verður heldur ikki við komandi mikukvøld. Tað vil siga, at Todi er útilokaður frá teimum hálvt hundrað túsund krónunum, sum spælararnir fáa, um tað eydnast teimum at fáa FCK víðari á vegnum ímóti bólkaspælinum.

200 túsund

ímóti Lazio

Sum vit søgdu í gjár, so er stóra avbjóðingin hjá FCK Lazio. Tað verður neyðugt at vinna á italska liðnum, um FCK skal sleppa upp í part, har teir heilt nógvu pengarnir eru at vinna.

FCK leiðslan og umboð fyri spælararnar eru vorðin samd um, at um tað eydnast at vinna á Lazio, so skulu spælararnir fáa 200 túsund krónur í part. Men tað eru bara teir spælararnir, sum taka lut í stríðnum, sum fáa pengar. Tí er tað framvegis ein opin spurningur, um Todi Jónsson fer at hava møguleika fyri at fáa part av køkuni.

Milliónirnar rulla

At FCK egnir spælararnar stórt er ikki so undarligt. Um tað eydnast FCK at spæla seg í bólkaspælið í Europa Cup, so fara milliónirnar rættuliga á rull. Upphæddirnar í komandi meistarakappingini verða neyvan minni, enn tær vóru í fjør. Tá fingu øll 28 liðini, sum vóru við í bólkaspælinum, 2,5 milliónir sveisiskar frankar ella 12?13 milliónir krónur frá UEFA fyri at hava kvalifiserað seg, og fyri at spæla í fyrsta umfarinum fingu tey 15 milliónir í part ? umframt at tey fingu gjald fyri hvørt stigið, tey megnaðu at fáa.

Pengarnir verða býttir millum feløgini og spælararnar. Hvussu býtið er, man vera ymiskt frá felag og til felag. Tað veldst um hvørjar avtalur semja fæst um. Og sovornar avtalur eru m. a. tengdar at, hvussu stórar føstu mánaðarlønirnar eru.

At Todi ikki fær lut í bonuspengunum frá innleiðandi umfarinum ? um tað eydnast FCK at spæla seg víðari ? sigur ikki tað sama, at hann líður hungur og hall. Tað sigst, at FCK spælararnir fáa bestu mánaðarlønirnar í donskum fótbólti ? um teir spæla, ella um teir eru uttanfyri, t. d. tí teir eru skaddir.

Fótbóltsspælarar vilja fegnir vera við, har tað gongur fyri seg. Teir hugsa neyvan so nógv um pengar, men tað sigur seg sjálvt, at fíggjarligi parturin er ein eyka motivatión, tá talan er um so stórar upphæddir, sum omanfyri eru nevndar.