Fríggjamorgunin boðaði Start frá, at Todi Jónsson gevst at spæla í felagnum við kappingarenda í ár. Orsøkin er, at Todi ikki vil halda fram við at ferðast langvegis frá familjuni í Danmark at spæla fótbólt.
- Tað ber ikki til at halda fram á hendan hátt. Familjan býr í Keypmannahavn, og tað verður ov strævið í longdini at skula vera so nógv heimanífrá, sigur Todi Jónsson.
- Tí ætli eg mær at flyta heimaftur til Keypmannahavn at búgva, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður við fótbóltinum.
Onkur feløg á Sælandi í Danmark hava longu boðað frá, at tey eru áhugað í fáa Toda til felagið, men enn er einki ítøkiligt í hesum.
- Todi Jónsson er ein fantastiska góður spælari. Um tað er fíggjarliga gjørligt, so eru vit sjálvandi áhugaðir í at hyggja at øllum, sum kunnu styrkja um liðið hjá okkum. Um Todi Jónsson kann tað, og um vit eru áhugaðir, vil eg ikki gera viðmerkingar til, sigur venjarin hjá Lyngby, Kasper Hjulmand, við bold.dk
Todi Jónsson hevur ikki gjørt av, hvussu tað verður við hansara fótbóltsframtíð.
- Eg havi ikki gjørt av, um eg haldi fram at spæla fótbólt, eftir at eg eri givin í Start. Eg føli, at eg havi eitt ella tvey góð ár eftir í mær, men eg vil ikki halda fram at spæla fyri einhvønn prís. Spurningur er, hvat eg havi hug til, og hvørjir møguleikar verða, sigur Todi Jónsson.