Todi í Ikast

Brøndby tykist á heimavølli hava hópin lættari uppgávu ímóti AB, enn FCK hevur á útivølli ímóti FCM

Tað er møguleiki fyri, at avgerðin um danska meistaraheitið verður nógv nærri í annaðkvøld, enn hon er undan vikuskiftinum. FCK skal seinnapartin í dag spæla á útivølli ímóti FCM, sum er væl við í stríðnum um bronsukrónurnar. Sjónvarpsrásin TV3+ fer at senda frá Ikast stadion.
FCK ferðalagið fór longu í gjárkvøldið til Jyllands. Todi Jónsson, sum nú er um reppið at gerast toppskjútti hjá FCK, er við í ferðalagnum. Hann hevur higartil í hesum kappingarárinum skorað níggju mál í landskappingini ella eitt færri enn Peter Møller, sum er toppskjútti hjá FCK. Tað er stórur munur á, at Peter Møller hevur verið nógv meiri á vøllinum, enn Todi Jónsson hevur verið.
Oddaliðið Brøndby fer seinnapartin í morgin at spæla á heimavølli ímóti AB, sum stríðst fyri at sleppa undan niðurflyting. Tá ið vit frættu úr Danmark var ikki greitt, um Jón Rói Jacobsen verður í Brøndby hópinum. Føroyski verjuspælarin hevur ikki verið á liðnum, síðani hann kom niður aftur eftir landsdystirnar ímóti Kasakstan. Dysturin millum Brøndby og AB verður eisini vístur á TV3+ rásini.