»Todi hjá Liktinstein« er aftur á landsliðnum

Tað kemur verri enn so ofta fyri, at føroyska fótbóltslandsliðið í einum altjóða dysti skal møta einari tjóð, ið er minni, enn Føroyar sjálvar. Tað eru bert tvey limalond í UEFA, ið eru aftanfyri Føroyar ? bæði í fólkatali og í stødd. Í San Marino búgva umleið 27.000 fólk, meðan Liktinstein hevur fólkatalið, ið er nakað yvir 31.500 (tað vil siga, nøkulunda tað sama, sum í Føroyum uttan Tórshavn).

LANDSLIÐIÐ

Liktinstein varð viðurkent av FIFA, sum limaland, so langt síðan sum í 1974. Sjey ár gingu kortini, áðrenn tað lítla fjallalandið leikti fyrsta altjóða dyst sín, tá ið tað tapti 0-1 fyri stóra grannanum hjá sær, Sveits. Liktinstein helt sær kortini burtur frá HM- og EM-undankappingum fram til 1994, men hevur verið uppi í hvørja ferð síðan tá. Ikki heilt óvæntað hava tey flestu úrslitini verið so sum so. Eina ferð tapti liðið heili 11-1 á heimavølli fyri Makedonia. Kortini hevur Liktinstein tey seinastu árini havt eina støðuga framgongd, ikki minst orsakað av frálíkum ungdómsarbeiði í landinum. U-16 og U-18 landsliðini hjá Liktinstein hava fleiri góð úrslit at vísa á ? millum annað 1-0 sigurin á teimum føroysku dreingjunum fyri trimum árum síðani, ? og miðalaldurin hjá tí liktinsteinska A-landsliðnum er tann lægsti í Evropa í løtuni.
Landsliðið hjá Liktinstein hevur leikt tríggjar vinardystir higartil í ár. Sum kunnugt, taptu teir 0-1 fyri Føroyum á venjingarleguni á Kýpros í februar. Síðst í mars eydnaðist tað liðnum undir leiðsluni hjá tí 39-ára gamla týskaranum Ralf Loose at fáa málleysan javnleik á heimavølli ímóti Norðurírlandi, og í apríl var tað pinkalítla fúrstardømið sera nær einum heldur óvæntaðum útisigri í Luksemburg. Liktinstein var á odda 3-0 síðst í 1. hálvleiki, takkað hattrikkinum hjá Martin Stocklasa (hetta var fyrsta ferð yvirhøvir, at liktinsteinska liðið megnaði at gera heili trý mál í einum dysti). Men Liktinstein fekk tveir menn útvístar eftir steðgin. Hetta hjápti Allani Simonsen og nýggja liði hansara at sleppa undan eyðmýking í dystinum ímóti næstminsta landinum í UEFA. Endaliga úrslitið gjørdist 3-3.
Til stóra gleði hjá øllum liktinsteinsku viðhaldsfólkunum, boðaði tann mest viðagitni leikarin í landinum nakrantíð, Mario Frick, fyri kortum frá, at hann var sinnaður at koma aftur á landsliðið. Tann 27-ára gamli áleyparin er fastur maður á besta liðnum hjá italska stórfelagnum Hellas Verona, sum m.a. Preben Elkjær spældi fyri miðskeiðis í áttati-árunum. Fyri hálvum øðrum ári síðani bar Mario Frick seg undan at leika fyri Liktinstein, tí at »hann var troyttur av at tapa so at siga hvørja ferð«. Eftir ta avgerðina hevur yrkisleikarin hjá Verona ikki verið serliga væl umtøktur millum landsmennirnar, sjálvt um allir hava teir verið ernir av umboði sínum í einari av fremstu fótbóltsdeildunum í Evropa. Men nú broytti Mario Frick støðu sína og hann sigur seg síggja fram til komandi EM-dystirnar, og ikki minst teir ímóti Onglandi. Sambært Frick sjálvum, kann ein dystur ímóti eitt nú enska landsliðnum ikki samanberast við nakran dyst á klubstigi. Her er vert at minna á, at júst landsliðsmálið, ið táverandi leikari úr einum lítið sigandi sveisiskum felagi skoraði fyri Liktinstein ímóti Týsklandi í vinardystinum í 2000, hjálpti Mario at fáa nógva umrøðu uttanlands og útvega sær sáttmala í Italia. Annars kann nevnast til stuttleikar, at í 1993 bleiv systknabarn hansara, ið ber sama fornavn og eftirnavn, tann yngsti forsætisráðharrin í Evropa í nýggjari tíð, bert 28 ára gamal. Hasin Mario Frick sat við róðri landsins í átta ár, fram til 2001.
Burtursæð frá yrkisleikaranum í Verona, eru tveir aðrir menn hjá Liktinstein verdir at leggja merki til. Báðir eru teir sáttmálabundnir at fremstum feløgum í Sveits. Evnaríki Peter Jehle var bert 16 ára gamal, tá ið hann vardi málið hjá A-landsliði sínum á fyrsta sinni. Í dag er hann 20 og hevur longu spælt 23 landsdystir. Verjuleikarin Marko Nigg er eitt nýtt og spennandi andlit á liðnum.
Tann 23-ára gamli miðvallaleikarin Martin Stocklasa hevur longu verið við í meira enn 30 landsdystum. Við fýra málum ? trý teirra komu, sum skrivað áður, í seinasta dystinum í Luksemburg ? er hann besti málskjúttin hjá Liktinstein nakrantíð (tann kendi Mario Frick hevur bert tríggjar ferðir verið á máltalvuni).
Metmaðurin hjá Liktinstein í landsdystum ? 27-ára gamli verjuleikarin Daniel Hasler ? hevur 41 ferðir spælt við bláu troyggjuni hjá liðnum, sum hann er liðformaður á. Hann umboðar eitt felag í næstbestu sveisisku deildini.
Allir teir bestu leikararnir hjá Liktinstein eru tøkir til dystin á Tórsvølli, burtursæð frá teimum skaddu miðvallarunum, Patrik Hefti og Mario Wolfinger, og so yrkisleikaranum í sveisiska Stade Lausanne, Frédérik Gigon, ið er farin á brúdleypsferð.
Venjarin hjá Liktinstein, Ralf Loose, eigur met í U-21 landsdystum fyri Týskland, men ongantíð kom hann á týska A-landsliðið, sjálvt um hann í nógv ár leikti við einum so kendum felagi, sum Borussia Dortmund. Ralf Loose, ið hevur yvir 200 dystir í bundesliguni á baki, tók við sum landsliðsvenjari hjá lítlu týskt-mæltu tjóðuni í 1998, eftir at hann í tvey ár hevði arbeitt við tey liktinsteinsku unglingalandsliðini.
Liktinstein er tað einasta UEFA-limalandið, ið onga landskapping hevur. Tey sjey feløgini í landinum luttaka í lægri deildum í Sveits. Tað besta felagið man vera FC Vaduz, ið sum oftast vinnur liktinsteinsku steypakappingina og er javnan við í evropeisku UEFA-kappingini. Júst hetta felagið er best umboðað á landsliðnum hjá Liktinstein. Í síðstu viku spældi FC Vaduz 1-1 á heimavølli ímóti skotska FC Livingston í UEFA-steypakappingini.
Samanlagt hevur Liktinstein leikt 54 altjóða skrásettar dystir higartil og skorað 17 mál í teimum. Bert sjey ferðir hevur liðið sloppið undan tapi, m.a. í EM-undankappingum ímóti Írlandi og Ungarn (0-0 báðar ferðirnar), meðan tveir dystir av hesum sjey eru vunnir. Í 1998 basti Liktinstein Aserbaidjan 2-1 á heimavølli í EM-undankappingini. Hin sigurin er á nógvan hátt minniligur. Í 1982 fekk liktinsteinska landsliðið innbjóðing at vera við í eini trýlandakapping í Asia. Dystin ímóti Indonesia taptu teir 2-3, men hin ? ímóti Kina ? endaði við sjelkandi 2-0 sigri til Liktinstein. Soleiðis mátti nógv tað fólkaríkasta landið í heiminum lúta fyri einum tí allarminsta!
Higartil hava Føroyar fingið 100% úrslit í teimum fýra dystunum ímóti teimum báðum minstu UEFA-limalondunum ? 3-0 og 3-1 sigrarnir á San Marino í 1995, og so tvey sigursmál hjá Una Arge ímóti Liktinstein fyri tveymum árum síðani í Vaduz og aftur í februar í ár. Hagtølini benda á, at føroyingar eru favoritar til dystin í Havn. Men einki er at ivast í, at gestirnir eru komnir til Føroya ikki fyri at tapa á triðja sinni á rað. Liðið hevur, sum sagt, staðið seg væl í ár, og eigur ein avgjørdan trumf við Mario Frick, leikstøði hvørs er munandi hægri enn tað hjá nøkrum øðrum spælara á Tórsvølli mikukvøldið. Tað er bara spell, at føroyska liðið ikki er ført fyri at stilla allar bestu leikarar sínar upp ímóti Liktinstein. Vónandi fer hetta ikki at ávirka endaliga úrslitið, ið eigur at vera eins gott og í dystunum við sama mótstøðuliðið frammanundan. Føroyar hava als ikki ráð til at missa stig á heimavølli ímóti einari tjóð við minni enn 32.000 íbúgvum, tí verður eitt annað úrslit, enn ein sigur, roknað sum eitt stórt vónbrot frá síðu okkara.