Todi hevur vunnið sær lyklapláss

Føroyska álopsessið hevði týðandi leiklut í vinstru síðu, tá FCK og Celtic spældu 2?2 í Parkini

FCK hevur fingið nýggjan venjara. Tá nýggjur venjari kemur í eitt felag, er tað altíð spennandi at síggja, hvat hann heldur um teir einstøku spælararnar. Roy Hodgson er ikki hvør sum helst. Bretin hevur m.a. verið venjari í Svøríki, Italia og Sveis, og hann hevur verið við til at vunnið nógv.

Nú er hann í FCK, og um vit skulu meta út frá fyrireikingunum til nýggja kappingarárið, sum tað verður farið undir í hesi vikuni, so heldur nýggi venjarin nógv av Toda Jónsson.

Todi hevur verið við ímillum teir fyrstu ellivu í øllum venjingardystunum. Hodgeson nýtir 4?4?2 leikháttin, og hann hevur fyri tað mesta brúkt Toda Jónsson á ytsta miðvallarplássinum í vinstru.

Todi hevur skorað fleiri mál í venjingardystum móti veikari liðum. Síðsta kappingarár var stóri leikluturin hjá fremsta málskjúttanum á føroyska landsliðnum at leggja upp til teir fremstu, og tá FCK í síðstu viku í Parkini spældi ímóti skotska stórfelagnum Celtic, var tað aftur leikluturin hjá Toda at leggja upp.

Millum teir 6066 áskoðararnar vóru fleiri føroyingar. Teir sóu Toda spæla teir fyrstu 67 minuttirnar. So varð hann avloystur av Thomas Thorninger. Tá var støðan 2?1 til FCK. Úrslitið gjørdist 2?2.

Celtic javnaði til 2?2, tá tað restaðu níggju minuttir. Mark Burchill skoraði bæði málini hjá skotunum. Teir hava í summarsteðginum keypt Chris Sutton frá Chelsea. Fyrrverandi málslúkurin í Blackburn, sum eisini hevur verið á eingilska landsliðnum, gjørdi púrt einki um seg í London. Nú fara hann og annað stórfelagið í Glasgow at royna samstarv. Men Chris Sutton var ikki við í Parkini.


Leikluturin hjá Toda

Tá eitt korter var farið hóskvøldið skoraði norski álopsmaðurin hjá FCK Harald Brattbakk til 1?0. Fimm minuttir seinni fekk FCK aftur mál, men dómarin kolldømdi málið, tí hann helt, at Todi Jónsson hevði verið í so harðligur móti málverjanum hjá Celtic.

Í 38. minutti økti norski álopsmaðurin til 2?0. Hesa ferðina átti Todi Jónsson alt uppleggið sum tað var. Hann sneiddi fleiri av og rann frá øllum í vinstru, og so smekkaði hann flatt innfyri. Harald Brattbakk var fyrstur á og takklaði innleggið í kassan.

Tveir minuttir seinni hevði Todi góða skotroynd av brotsteigarmarkinum. Suðurafrikanarin Zuma, sm í fjør fyri tað mesta var í álopinum, var hesa ferð ytstur á miðvøllinum í høgru. Hann legði væl innfyri, Todi smekkaði til, men málverjin kom væl niður og bjargaði.

Tríggjar minuttir eftir steðgin var um reppið, at Harald Brattbakk gjørdi hattrikk. Todi Jónsson lyfti hegnisliga framum verjuna, álopsmaðurin gjørdist púra leysur, men tá hann setti framvið málverjanum, sum kom út ímóti, fór bólturin við síðuna av málinum.

Fyrsrti dysturin hjá FCK í nýggja kappingarárinum verður sunnudagin í Parkini. Tá fáa teir vitjan av nýggja felagnum í superliguni Haderslev. Talan verður um fyrstu royndina nakrantíð hjá suðurjútska liðnum í bestu deildini. FSC má finna seg í, at teir verða roknaðir sum stórfavorittar. Tey seinnu árini hevur tað verri enn so altíð gingið, sum teir í FCK hava vónað, og sum onnur hava roknað við. Sunnudagin fæst fyrsta ábendingin um, um Roy Hodgson hevur megnað at sett viljan at vinna í allar spælararnar.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.

Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.