Todi hevur frí

Eingin orsøk er til at vága nakað undan seinasta dystinum, og tí hevur Todi nú fingið summarfrí

 

Frítíð


Í dag, mikudagin, endar danska kappingin, og hjá meistarunum úr FCK gongur leiðin til Odense, har heiðursmerkini verða handað eftir dystin móti OB.

Á vøllinum má liðið tó enn eina ferð verða Toda Jónsson fyri uttan. Todi hevuir seinastu tíðina drigist við ein minni skaða í lærinum, og undan stórdystinum móti Brøndby, varð nógv gjørt, til tess at fáa hann til reiðar at spæla. Alt hetta stríðið var tó til fánýtis. Todi varð ikki tøkur til dystni móti Brøndby.

Liðfelagarnir stóðu seg tó væl uttan Toda, og sum kunnugt varð úrslitið, at FCK tryggjaði sær gullið sunnudagin. Hetta hevur eisini viðført, at Todi longu nú fer í summarfrí. Hann heldur ikki, at nøkur orsøk er til at vága nakað sum helst við lærinum, og ivaleyst er tað eisini skilagott, at hann soleiðis fær nakrar eyka frídagar.