Tað hevur fyri tað nógva ligið í kortunum, at Todi Jónsson ætlar sær at halda fram á næst hægsta støði í donskum fótbólti. Hóast talan var um bæði minni góðar og heilt góðar ítróttarligar upplivingar í norska Start, so var tað trupult fyri ein familjupápa í Keypmannahavn at arbeiða í Noreg, og tað varð at enda orsøkin til, at sáttmálin í Noreg ikki varð longdur.
Síðani hevur verið tosað um, at yrkisleiðin skal halda fram í næst bestu donsku røðini, og hetta tykist enn sannlíkt.
- Eg havi nøkur tilboð, sum eg skal taka støðu til, men hvørji hesi eru, fái eg einki sagt um, sigur Todi.
Hann váttar tó, at talan er um feløg, sum spæla í donsku 1. deild, og sum eru í høvuðsstaðarøkinum.
- Tað var ein treyt, sum eg setti mær sjálvum, at fjarstøðan ikki skal vera long. Og hana ætli eg mær at halda, sigur Todi, sum á ongan hátt tykist óttast, at hann ikki hevur nakað stað at venja, tá farið verður inn í nýggja árið.










